Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar bøkur frá BFL í mars

Mínar lítlu beribøkur: Djór og Litir

Tvær stuttligar bøkur, sum barnið kann bera við sær, har tað fer. Í bókunum eru vakrar, bjartar myndir og orð sum ríma

Blaða í bókunum saman við barninum og síggj og hoyr tey læra nýggj orð, alskins djór og ælabogans litir at kenna. Og tað besta er runda, prikkuta handtakið, so barnið kann bera bókina við sær og spæla at tað hevur eina taska – just sum tú!

Anna Maria Reinert Jensen týddi

12 bls./pappbók

Litrík bók við fittum myndum og orðum, sum rýma til teir yngstu lesararnar.

Bókin næstu: 2-3 ár

Felicity Brooks

Lyft klaffunum: Talbók

Henda stuttliga bókin hjálpir smábørnum at menna talfatan við at samanbera og kenna tøl aftur

Meiri enn 80 klaffar eru at lyfta og kanna. Hvat mann fjala seg aftan fyri hurðina, vatnkannuna, skipsgluggan og pálmarnar? Og hvar er hundurin farin? Í hesi bókini er nógv at finna, seta navn á og tosa um.

18 bls./innbundin við klaffum

Stuttlig og lærirík bók til tey 2-4 ára gomlu.

Gunilla Bergström

Álvur við STYRKI-posanum

Fyrsta bókin um Álv kom út í 1972 og fyllur hann 40 ár í ár. Nýggja bókin er um Stóra Álv, sum er ein bók til tey eitt sindur størri børnini. Bókin er nummar 25 í røðini

Álvur er kongur í EGINLANDINUM, og tá ið hann er kongur, má hann klára stórmál. Steðga kríggi! Forða fyri vanlukkum! Altíð ráða, so fólkið hevur tað gott! Hann má vera bæði klókur og góður og snildur og skjótur og ansin og duga at finna uppá. Tí vandar eru. Soleiðis er altíð hjá tí, sum skal stýra sínum egna kongaríki. Okkurt kann vera aftan fyri hvørjum steini! Men Álvur er róligur, tí hann hevur styrkiposan hjá sær.

32 bls./innbundin

Niels Jákup Thomsen týddi

Nútíðarævintýr til tey 4-7 ára gomlu.

David Grimstone

Gladiator drongurin 3 og 4

Endiliga kom tær næstu bøkurnar spenningsrøðini um Decimus Rex, sum er rændur til Róm, har hann noyðist at stríðast fyri lívinum á Doom arenuni

Í triðju bókini rýma Decimusi og vinmaður hansara Olu undan tí ónda Slaviusi Doom. Teir verða jagstraðir gjøgnum tunlar av óðum hundum og vápnaðum vaktarmonnum. Men hava Decimus og Olu ta styrki og mót, sum krevst fyri at sleppa undan Slaviusi Doom, tá ið hesin noyðir teir at velja millum lívið á vinum teirra og frælsi?

Í øllum bókunum eru figurar og partar av stríðsvøllinum at klippa út, so lesarin kann gera sær sín egna stríðsvøll. Til ber at lesa meira um Gladiator drongin á www.gladiatorboy.com

Tvær tær fyrstu bøkurnar í røðini komu út í november í fjør, og síðstu tvær bøkurnar um Decimus Rex koma út í heyst.

112 bls./heft

Pauli Hansen týddi

Spenningsrøð til tey 7-11 ára gomlu.