Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar læknaviðtalur í Miðlon

2000 havnaborgarar høvdu ongan fastankommunulækna, vísti ein kanning í 2010.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Karten Hansen, landsstýrismaður, og Petur Højgaard, kommunulækni, tóku orðið á móttøkuni í nýggju læknahølunum í Miðkon. Tað var Heðin Mortensen, sum beyð vælkomin í nýggju kommunulæknaviðtalurnar í Miðlon. Hetta er eitt stórt framstig fyri kommunulæknarnar og fyri borgararnar, segði Heðin Mortensen.

- Sum flest øll vita, hevur stórur tørvur verður á kommunulæknum í Havn. Á fundi við kommununa fyri einum tveimum árum síðan varð sagt, at um 2.000 havnarborgarar ongan fastan kommunulækna høvdu.

- Tað sigur seg sjálvt, at hetta ber ikki til í longdini. Lutvíst verður kommunulæknaskipanin yvirbelastað. Lutvíst gongur hetta yvir tænastustøðið til borgararnar, ið hava tørv á føstum lækna.

- Tað vóru tí stór tíðindi fyri okkum í kommununi, tá Heilsumálaráðið boðaði frá ætlan um at seta tveir nýggjar kommunulæknar í Havn, so at í alt 11 læknar skuldu vera í Havn. Í kommununi er harumframt ein lækni í Kollafirði.

- Men fyri at læknarnir kundu setast, skuldi Tórshavnar kommuna fáa til vega læknahøli. Tí soleiðis er skipanin, Heilsumálaráðið tekur sær av læknunum, kommunan av hølunum. Kommunan fór beinanvegin undir arbeiðið, men hetta vísti seg at taka longri tíð enn ætlað.

- Kommunan hevði fyri 3-4 árum síðan ætlan um at byggja heilt nýggjan heilsudepil í Karlamagnusarbreyt, har einir 4 kommunulæknar skuldu hava viðtalur. Býráðið játtaði pening til fyrireikingar, og var hetta ætlað sum felags verkætlan við millum annað apoteksverkið. Av ymsum orsøkum kom stígur í ætlanina. Longu tá ivaðist kommunan ikki í, at hetta var vegurin fram, nevniliga at savna fleiri læknar í deplar.

- Hetta var eisini tað, sum álitið um nýggja kommunulæknaskipan, sum Heilsumálaráðið lat gera, kom til í 2010. Og tað er so út frá hesum, ið kommunan hevur arbeitt út frá, nú nýggir læknar skuldu setast.

- Fleiri hølisloysnir vórðu kannaðar, men tað var ikki fyrr enn nýggju eigararnir av Miðlon vendu sær til kommununa við møguleikanum fyri leigumáli um hesi hølini, at tað loksins bragdaði. Her vóru allir møguleikar opnir at innrætta júst til endamálið. Býráðið tók av og gjørdi 10 ára leigusáttmála við Miðlon við møguleika at leingja leigumálið aftaná fyrstu 10 árini. Somuleiðis hevur Miðlon staðið fyri allari umbyggingini, sum er sera væl frágingin.

- Nú eru læknarnir eisini settir. Tað endaði við, at Heilsumálaráðið ikki bert setti tveir nýggjar læknar, men tríggjar. Her í Miðlon eru tað Dánjal Petur Højgaard og Guðrun Zachariasen sum nýggir læknar í Havn, meðan Katrin Danielsen og Kári Jacobsen flyta frá ávikavist Berjabrekku og Jóannesar Paturssonar gøtu.

- Í hesum sambandi verður viðtalan í Jóannesar Paturssonar gøtu nú niðurløgd. Hóast Kári Jacobsen og hansara fólk hava trivist væl har, so má ásannast, at henda sethúsaloysnin ikki longur lýkur nútíðar krøv.

- Triði nýggi læknin í Havn er Freddie Poulsen, sum flytur inn í tøku viðtaluna í Berjabrekku.

- Her í Miðlon verður sostatt talan verður um fýra kommunulæknar. Hetta letur upp fyri heilt nýggjum og spennandi møguleikum fyri felagsviðtalu og tættari samstarvi millum læknarnar. Hetta er eitt nýbrot innan kommunulæknaøkið sum heild, og eg ivist ikki í, at fyri borgararnar verður talan um stórt framstig í tænastustøðinum.

- Eg og býráðið gleðast um hesi framstig, nú læknaviðtalurnar í Miðlon verða tiknar í nýtslu.

- Fari at takka landsstýrismanninum og Heilsumálaráðnum fyri at hava sett nýggju læknarnar í starv, og sum loysa ovurstóra tørvin á læknum, sum hevur verið í Havn í longri tíð. Eg vóni, at henda felags læknaviðtala verður at vísa vegin fram fyri framtíðar kommunulæknaskipanina.

- Fari somuleiðis at takka Miðlon fyri góða samstarvið um umbyggingina av hølunum, sum Kontrast arkitektar hava staðið fyri. Skal somuleiðis nevna, at Formula.fo er veitari av allari kt-útgerðini, Føroya Tele av telofonútgerð, og Nema innbúgv. Seelen hevur leverað læknaútgerðina. KT-deildin hjá kommununi hava sett útgerðina til, og her til síðst hava húsavørðar hjá Húsaumsitingini eisini tikið eitt tørn fyri at fáa alt uppá pláss. Takk skulu tit øll hava.

- Til læknarnar og starvsfólkini her ynski eg góðan virkishug, nú læknaviðtalurnar í Miðlon eru tiknar í nýtslu., segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum í gávu til læknarnar lovaði, at kommunan skuldi listprýða teir stóru og tómu veggirnar í hølunum!

Kelda: www.torshavn.fo