Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjársendingin

Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur eftirmett sendingina í sjónvarpinum nýggjársaftan. Ásannað verður, at nýggjárssendingin hevði ikki ta góðsku, sum ætlanin var, at sendingin skuldi hava.

Somuleiðis ásannar leiðslan í Kringvarpinum, at samljóð var ikki ímillum ásetingar í sáttmálanum millum spf. Fjølvinnu og Kringvarp Føroya, og avrikið í pørtum í nýggjárssendingini.

Eisini harmast leiðslan um, at sendingin ikki helt seg til leiðreglur um góðan fjølmiðlasið í kjakinum um nýggjárssendingina.

Grundað á hesa eftirmeting hevur leiðsla Kringvarpsins tikið ta støðu, at hesin leistur við eini nýggjárssending verður ikki royndur aftur.

Greiður sáttmáli Sáttmálin millum Kringvarp Føroya og spf. Fjølvinnu ásetti greitt, at Kringvarpið hevði ábyrgdina fyri aktualitetspartinum, m.a. formansumfarinum og “Árinum, ið fór”. Kringvarpið skipaði henda partin og rindaði eisini fyri henda partin av sendingini.

Somuleiðis ásetti sáttmálin, at greitt mark skuldi vera ímillum aktualitetspartin og undirhaldspartin, og at stuðulsavtalur ikki skuldu koma til sjóndar í aktualitetspartinum. Eftir okkara tykki var greitt mark millum hesar partar í sendingini, og stuðulsavtalur komu ikki til sjóndar í aktualitetspartinum.

Afturímóti ásetti sáttmálin, at Fjølvinna skuldi taka sær av undirhaldspartinum, sum fevndi um ítrótt, tónleik, undirhald og lættari aktualitetstilfar. Kringvarpið rindaði ikki fyri henda partin í nýggjárssendingini.

Eftir sáttmálanum hevði Fjølvinna redaksjonella medábyrgd, samstundis sum Kringvarpið hevði redaksjonellu ábyrgdina av nýggjárssendingini við atliti at lógini um Kringvarp Føroya. Kringvarpið skuldi tí saman við Fjølvinnu leggja sendingina til rættis og góðkenna skránna.

Tí varð ein høvuðssamskipari settur á sendingina. Hesin samskiparin skuldi tryggja, at sendingin leyk krøvini um góðsku, og ásetingarnar í sáttmálanum um, at nýggjárssendingin skuldi fylgja reglununum um góðan fjølmiðlasið. Kringvarpið harmast um, at samskipanin sveik, og at tilrættisleggingin ikki var nóg góð.

Eftir sáttmálanum varð útgerð hjá Kringvarpinum brúkt til tøkniliga partin. Kravið í sáttmálanum var tó, at fólk við royndum skuldu nýta útgerðina. Men tá samanum kom, vóru tað ikki bara roynd fólk, sum slíkar stórar framleiðslur krevja, ið tóku sær av tøkniliga partinum. Fjølvinna keypti sær fríyrkisfólk til hetta arbeiði. Kringvarpið kann tí ikki taka á seg ábyrgdina fyri tøkniliga avrikinum.

Í Sortudíki, tann 08. januar 2014

Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya