Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjársrøða løgmans

Í løgmansrøðuni á nýggjárinum nevndi Kaj Leo Holm Johannesen í einum broti, at Føroyar áttu - í størri mun - at tikið sær av flóttarfólki. Tað er møguligt, at vit eiga at umhugsa hetta uppskotið.

Vit vita at flestu føroyingar eru sinnaðir at hjálpa fólki í neyð, eisini teimum, sum eru í neyð úti í heimi.

Vit eiga tó, at verða sera varin við, hvussu vit gjøgnumføra hetta. Eru tað menniskju, sum veruliga eru í neyð, eiga vit sjálvandi at hjálpa, men tað má á ongan hátt verða so, at slúsurnar verða opnaðar uppá víðan vegg.Eisini má tað verða eitt ófrávíkiligt krav, at landsins lógir - á allan hátt - skula haldast, og hvat ein møgulig avleiðing verður, um lógin ikki verður hildin.

Men helst standa nógv spyrjandi, tí vit vita at føroyska samfelagið ikki altíð er sinna at hjálpa okkara egnu borgarum, tá neyð leikar á. Upp undir jól uppliva vit - á hvørjum ári – hvussu stór neyðin er hjá pørtum av okkara egna fólki. Her er talan um fólk, sum almennu Føroyar ikki vilja hjálpa, og tí mugu privatfólk taka sær av hesum trupulleika.

Tað átti at veri óneyðugt at mint løgmann á hesi viðurskifti. 

Løgmaður er ikki verri staddur enn so, at hann veit, at tað er langt ímillum nøkur kensluborðin orð í eini røðu á nýggjárinum og ítøkiliga veruleikan. 

Eg loyvi mær her at greiða frá einum ítøkilgum dømi, sum eg havi verið vitni til. 

Talan er um eina útlendska familju, trý fólk, sum í jólamánaðinum setti seg í samband við meg, tí tey vóru í neyð.

Talan var um flóttarfólk, sum vóru noydd at flyta av landinum, tí tey ikki fingu til lívsins uppihald her. Henda familja flutti til eitt annað norðurland, og hevði ongar trupulleikar at fáa hjálp har.  

Hetta var ein familja, sum hevur búð og arbeitt í Føroyum í 12 ár, og høvdu klára seg væl í her. Men ein arbeiðsskaði, sum maðurin fekk á einum føroyskum virki, viðførdi, at hann ikki gjørdist fult arbeiðsførur aftur. Maðurin fekk tilkent líka yvir 3.000 kr. um mánaðin í fyritíðarpensjón. Uppá fyrispurning, hví hann fekk so lítið, var svarið, at hann ikki hevði rætt til fulla fyritíðarpensjón, tí hann ikki hevði arbeitt her i 40 ár. 

Henda familjan kom umvegis Danmark til Føroya fyri at fáa eina framtíð saman her. Tá vit sum samfelag bjóða hesum fólkum at koma inn í okkara land, noyðast vit eisini at góðtaka, at hesi fólk skula hava til lívsins uppihald, eisini tá sjúka og aðrir trupulleikar raka.Vit eiga ,at gerða okkum greitt sum samfelag, at tað kostar , at taka ímóti flóttafólki. 

Vit vita um útlendingar, sum hava starvast í fleiri ára tíggju í Føroyum, og goldið øll gjøld til samfelagið, men sum enn ikki hava fingið pensjónsviðurskiftini uppá pláss. Trupulleikin liggur ikki hjá teimum, men hjá okkara egnu myndugleikum. 

So her átti at verið lætt hjá løgmanni at fari til verka. Hetta átti at verið ein einføld søk.

Eg ynski øllum føroyingum eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Mínar tankar leita eisini til tey, sum eru komin til Føroya, tí tey máttu fara frá hús og heimi í egnum landi.

Eli Brimsvík.