Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur leiðari fyri starvsfólkadeildina

Elin Wang er sett sum deildarleiðari á starvsfólkadeildini í Tórshavnar kommunu.

Elin Wang er 43 ár. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur eisini nomið sær útbúgving innan coaching, kognitiva terapi og strategiska leiðslu. Hon hevur drúgvar royndir sum HR-mennari hjá Tórshavnar kommunu og hevur havt leiðsluábyrgd á ymiskum økjum bæði í Tórshavnar kommunu og øðrum stovnum.