Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur NCP-samskipari skal avloysa John D. Olsen

John D. Olsen, sum hevur verið NCP-samskipari í Granskingarráðnum, fer í nýtt starv 1. oktober. Tí søkir Granskingarráðið nú eftir nýggjum fulltrúa við starvsheitinum NCP-samskipari.

John D. Olsen hevur starvast í Granskingarráðnum síðani í mars 2007. Hann hevur saman við øðrum bygt upp og síðani havt høvuðsábyrgdina av føroyska arbeiðinum í sambandi við ES-granskingarsamstarvið. Hann fer 1. oktober í starv sum fulltrúi hjá Heilsutrygd í Klaksvík.

Vit í Granskingarráðnum hava verið sera fegin um at starvast saman við John. Vit ynskja honum blíðan byr og hepna hond í nýggja starvinum.

Starvið sum NCP-samskipari leyst at søkja

Vit leita eftir einum fólki, sum hevur hug og áræði at taka yvir og menna samstarvið við ES á granskingar- og innovatiónsøkinum, sum frá nýggjárinum gongur undir heitinum Horizon 2020.

NCP-samskiparin skal í høvuðsheitum:

• Í samráði við avvarðandi myndugleikar standa á odda fyri føroysku NCP-tænastuni

• Fylgja við í og virka fyri møguleikunum fyri stuðli til føroyskar stovnar og virkir úr Horizon 2020

• Kunna alment og beinleiðis til áhugabólkar um stuðuls- og samstarvsmøguleikar í Horizon 2020

• Ráðgeva stovnum og einstaklingum í spurningum viðvíkjandi umsóknum til Horizon 2020

• Harumframt arbeiða við ymsum uppgávum á Granskingarráðnum

Les lýsingina eftir NCP-samskipara við førleikakrøvum og treytum her: http://www.gransking.fo/get.file?ID=11196

Umsóknarfreistin er 7. oktober 2013.