Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur sáttmáli: meira og betri skúli

Sáttmálin við Yrkisfelagið Miðnám gevur meiri undirvísing og letur upp fyri nýggjari undirvísing á breytum.

Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám hava ídag undirskrivað nýggjan lønarsáttmála.

Yrkisfelagið Miðnám er ein samanlegging av Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans.

Lønarhækkingarnar eru á sama støði sum sáttmálarnir við onnur fakfeløg.

- Sáttmálin við Yrkisfelagið Miðnám er týðandi, tí hann letur upp fyri fleiri spennandi møguleikum. Samstundis fær skattaborgarin meira og betri skúla fyri færri skattakrónur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Fortreytir eru eitt nú skaptar fyri, at miðnámsskúlarnir kunnu skipast í størri deplar, tí sami sáttmáli er galdandi fyri studentaskúlar og handilsskúlar.

Sáttmálin er eisini treyt fyri, at nýggja gymnasiala útbúgvingarskipanin, sonevnda breytaskipanin, kann setast í verk. Tilsamans fer hetta at skapa møguleikar fyri samrakstri millum útbúgvingarskipanirnar.

Partur av semjuni er, at næmingar, ið fara undir útbúgving 1. august í ár, skulu lata inn færri skrivligar uppgávur. Tá fara lærarar at brúka minni tíð til at rætta uppgávur og meira tíð saman við næmingunum. At lærararnir fara at undirvísa meira er ein sparing fyri landið, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Partur av semjuni er eisini, at ársverk verður sett í verk frá 1. august 2013. Tað fer at økja leiðslurúmið hjá stjórunum.

Nýggi sáttmálin við Yrkisfelagið Miðnám er galdandi til 1. oktober 2015.