Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Fíggjarmálaráðið gjørdi í gjár sáttmála við Føroya Lærarafelag.

Karmurin um semjuna er á sama støði sum tær semjur, Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við onnur feløg hetta samráðingarumfarið.

Lønirnar hækka 2.25% tann 1. oktober 2015 og 1,9% tann 1. oktober 2016.

Arbeiðstíðaravtalan frá 2003 er dagførd, og einstakar broytingar gjørdar. Millum annað er nýggj skipan gjørd fyri at gera tað lættari hjá nýútbúnum lærarum at fóta sær í lærarastarvinum. Skipanin inniber, at ein royndur lærari fær tíð setta av til at stuðla og vegleiða nýggjum lærarum fyrsta árið.