Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Tannrøktarafelagið

Síðan stovnan í 2009 hevur Heilsutrygd givið ískoyti til veitingar eftir teimum gomlu avtalunum, sum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya hevði við ymsu fakfeløgini.

Tíðindaskriv

Tá ið lógin um almenna heilsutrygd varð broytt í 2013, vórðu samráðingarnar við fakfeløgini lagdar til Fíggjarmálaráðið, og er hetta onnur avtalan av tí slagnum, sum er gjørd. Tann fyrsta var við Tannlæknafelagið í 2014, og nú er gjørdur nýggjur 4 ára sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Tannrøktarafelagið til Heilsutrygd at ganga eftir.

Í mong ár hava tannrøktarar starvast við at betra um tannheilsuna í øllum aldursbólkum og hetta hevur givið góð úrslit. Tannrøktarafelagið vil, at tannheilsan millum føroyingar framhaldandi skal betrast og hetta gerst best við fyribyrging heldur enn viðgerð.

Samstarvið millum Tannrøktarafelagið, Heilsu- og innlendismálaráðið, Heilsutrygd og Fíggjarmálaráðið hevur verið av tí besta, og nú, komið er undir land, fegnast allir fýra partar og takka hvørjum øðrum fyri gott samstarv.

Fíggjarmálaráðið 

26. februar 2016