Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur verkætlanarleiðari til skúladepil settur

STARVSSETAN: Landsverk hevur sett Hans Paula K. Henriksen úr Havn í starv sum verkætlanarleiðara fyri Skúladepilin við Marknagil.

Seinni í hesum mánaðinum verður spakin settur í fyri nógv umtalaða skúladeplinum við Marknagil, sum fekk neyðuga eykajáttan frá Løgtinginum herfyri, og sostatt kann fara í gongd seinni í mánaðinum.

Landsverk hevur júst sett Hans Paula K. Henriksen – vanliga nevndur Palli Henriksen – í starv sum verkætlanarleiðara fyri Føroya størstu byggiætlan nakrantíð.

Tað er ein royndur maður innan verkætlanarleiðslu, sum Landsverk hevur sett at stýra byggingini av nýggjum skúladepli.

Palli Henriksen, sum er 52 ára gamal og útbúgvin bygningsverkfrøðingur, hevur havt ábyrgd av fleiri stórum verkætlanum. Hann kemur úr einum starvi sum verkætlanarleiðari hjá Tórshavnar Kommunu, har hann millum annað hevur staðið fyri nýggja Boðanesheiminum og Skúlanum við Løgmannabreyt.

Áðrenn Palli Henriksen kom í starv hjá kommununi, var hann verkætlanarleiðari fyri Samtakið Hoyvíkshagin Suður – millum J&K Petersen og Byggitek – ið er størsta einstaka útstykking í Føroyum higartil.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, fegnast um, at tað hevur eydnast fingið ein væl skikkaðan avloysara fyri Heina Trónd Hansen, sum frammanundan stóð á odda fyri verkætlanini, men nú er farin í annað starv í Danmark.

- Talan er um eina sera stóra uppgávu, og tí var tað týdningarmikið, at vit fingu rætta persónin at leiða verkætlanina við Marknagil. Tað ivist eg ikki í, er eydnast okkum við hesi setanini, sigur Ewald Kjølbro. ** Palli Henriksen, sum eisini hevur havt egna tekni- og ráðgevingarfyritøku innan byggivinnu, sær fram ímóti at taka við nýggju uppgávuni.

- Ongin ivi er um, at talan er um eitt ódnartak, men samstundis er hetta ein ómetaliga spennandi avbjóðing, sum eg ikki kundi siga nei til, sigur nýggi verkætlanarleiðarin.

Palli Henriksen tekur við nýggja starvinum á Landsverki 1. mai.