Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggur siglingarviti við Skálafjørðin

SIGLINGARLEIÐ: Gamli vitin í Selvindi á Strondum er sløktur, ljósvinklarnir suðureftir á vitanum á Toftum eru sløktir, og nýggjur siglingarviti er settur upp á Strondum uttast í bygdini út móti Raktanga. Broytingin hevur samband við, at møguleikarnir fyri meiri aling í Skálafirði og Tangafirði er økt við nýggjum aliøki fram við Neslandinum.

Sum siglingarleiðin frá Eystnesi og fram við landi inn ímóti Skalafjørðinum var til fyri kortum, bar ikki til at fáa líkinda aliøki fram við bygdini á Nesi í Eysturoy. Landsverk kannaði tí møguleikarnar fyri at leggja siglingarleiðina inn á Skálafjørðin longri frá landi fyri at fáa pláss fyri alivirksemi har. Í hesum sambandi ráðførdi stovnurin seg við millum annað Søfartstyrelsen og Kongshavnar Havn.

Úrslitið gjørdist ein ætlan, sum í høvuðsheitum fevndi um, at ljósvinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir vórðu sløktir, og nýggjur siglingarviti – ein sonevndur vinkulviti – er settur upp á Strondum. Hetta fyri at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunnanífrá.

Sostatt kunnu aliøki nú leggjast fram við Nes-landinum við hóskandi frástøðu til nýggju siglingarleiðina. Tó kunnu smærri bátar sigla millum land og alistøðina.

Bakgrundin fyri ætlanini var broyting av kunngerð nr. 134/2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum merkir, at sjóøkið millum Kaldbaksnes, Raktanga og Eystnes verður lagt afturat alifjørðinum Kollafjørður-Tangafjørður. Síðani hevur loyvisfyrisitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fingið umsókn um aliøki út fyri Nesi.