Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýskipanir, javnari býti og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk

Andstøðuflokkarnir – Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi – hava aftur í ár lagt fyri Løgtingið egnar fíggjarkarmar fyri 2015. Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen hava tí lagt fram broytingaruppskot, ið inniheldur andstøðu fíggjarkarmarnar, nú fíggjarkarmarnir skulu til endaliga atkvøðugreiðslu á Løgtingi í dag.

TÍÐINDASKRIV: Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn:

Samgongan fremur ein áhaldandi skeivan búskaparpolitikk. Við rætta búskaparpolitikkinum er møguligt at fáa eitt ríkari samfelag fyri alt fólkið, og at venda landsins halli til yvirskot skjótari, enn við samgongupolitikkinum. Meðan fíggjalógaruppskotið frá samgongan væntar eitt hall á 196,7 mió. kr., verður úrslitið hjá andstøðuni eitt hall á 134,8 mió. kr.

Manglandi býtið av virðum landsins, manglandi álit á landsins leiðslu, og manglandi nýskipanir eru høvuðsorsøkir til, at vit ikki hava fingið ta framgongd, ið vit áttu havt, tá hugsað verður um umstøðurnar annars í búskapinum. Politisk átøk hesum trimum økjum eru samstundis lykilin til, at venda gongdini.

Úrslitið av skeiva búskaparpolitikkinum er, at landskassin hevur havt vaksandi hall síðan samgongan tók við. Hetta hóast sera nógv viðurskifti eru í føroyska búskapinum, ið tala fyri, at landið átti at fingið støðugt betur úrslit, og hóast samgongan hevur tikið inn á fíggjarlógina 3-400 mió. kr. frá forskattaðum pensjónum og øktum tilfeingisgjøldum – inntøkur, ið ikki vóru á fíggjarlógini tá henda samgongan tók við í 2011. Hóast hetta, so er tað eydnast samgonguni at økja hallið bæði 2012 og í 2013.

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn staðfesta, at samfelagsins virðir verða savnaðar á altsamt færri hondum. Hetta hevur skapt størri ójavna og spjaðing í føroyska samfelagnum. Mælt verður til sum skjótast, og í staðin, at fremja ein álitsvekjandi og málrættaðan búskaparpolitikk, ið vendir undirskot til yvirskot, samstundis sum samfelagið verður ment á øllum teimum økjum, ið skulu mennast fyri at skapa framburð og trivna til frama fyri alt fólkið. Eitt fet á røttu leið er, um Løgtingið samtykkir andstøðu fíggjarkarmarnar fyri 2015, ið innihalda eina røð av málrættaðum átøkum t.d.:

1. Fiskivinnunýskipan verður framd.

2. Øll átøkini í heildarætlan fyri fólkavøkstur eru raðfest – herundir Fróðskaparsetrið 10 mió. kr. og 15 mió. kr. til vinnurættaða gransking.

3. Betri fíggjarliga rúmd hjá fólki við lág- og miðalinntøkum

4. Barnafrádráttur verður øktur úr 5.500 upp í 8.000 kr. árliga pr. barn, og barnaískoytið til stakar uppihaldarar hækkar.

5. Ferðaseðlakostnaðurin við SSL lækkar og javnsettur við kostnað í undirsjóvartunlum.

6. Heimarøktin og endurvenjing uppraðfest.

7. MVG til matstovuvirksemi lækkar og ferðaavgjaldið skal avtakast yvir eitt áramál.

8. Havrannsóknarskip, Tjóðleikhús og Eftirskúli eru millum uppraðfestu íløgurnar.

Andstøðu fíggjarkarmarnir fyri 2015 kunnu lesast her:

http://www.logting.fo/files/casestate/14465/146.13%20Alit%20Karmar.pdf

Á Løgtingi, 9. mai 2014

Kristina Háfoss             Aksel V. Johannsen             Eyðgunn Samuelsen                  Poul Michelsen  

Løgtingskvinna                Løgtingsmaður                   Løgtingskvinna                         Løgtingsmaður

fyri Tjóðveldi                fyri Javnaðarflokkin          fyri Javnaðarflokkin                    fyri Framsókn