Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá vinstru: Sára Tummasardóttur, forkvinna í Føroyingafelagnum á Fyn, og Hans Kárason Mikkelsen, stjóri í Menning.fo Sp/F. Vinarliga Vegna Føroyingafelagið á Fyn Rani Lagfoss, skrivari

Nýtt búmerki og nýggja heimasíðu

Føroyingafelagið á Fyn avdúkar í dag nýtt búmerki og nýggja heimasíðu á www.fyn.fo. Forkvinnan í Føroyingafelagnum á Fyn, Sára Tummasardóttur, sigur, at hetta boðar frá nýggjum tíðum fyri føroyingar á Fyn.

- Felagið er blivið meira aktivt og sjónligt, og nýggjur samleiki umframt nýggj heimasíða eru týðandi stig rætta vegin, sigur Sára Tummassardóttur. Menning.fo hevur staðið fyri brandingini av Føroyingafelagnum á Fyn við stuðli frá BankNordik í Odense.

Føroyingafelagið á Fyn húsast í Norðuratlantshúsinum á Nordatlantisk Promenade 1, Odense C saman við grønlendingum og íslendingum. Norðuratlantshúsið letur upp fyri almenninginum nú leygardagin 9. november, har Føroyingafelagið á Fyn saman við hinum feløgunum fara at seta sín dám á dagin. Tiltakið byrjar kl. 10:30, tá Kirsten Mærsk, stjóri í Norðuratlantshúsinum, bjóðar vælkomin. Les meira um tiltakið á www.fyn.fo/norduratlantshusid.

Føroyingafelagið á Fyn hevur ymisk tiltøk á skránni komandi tíðina, sí meira á www.fyn.fo/tiltok-kalendari.

- Øll eru hjartaliga vælkomin til ymsu tiltøkini, t.d. jólagudstænastuna 1. desember í Næsby Kirke, sigur Sára Tummassardóttur, forkvinna í Føroyingafelagið á Fyn. Hon leggur afturat, at fólk kunnu stuðla Føroyingafelagnum á Fyn við at gerast limur í felagnum. Les meira um limaskap á www.fyn.fo/limaskapur.

Myndatekstur: Frá vinstru: Sára Tummasardóttur, forkvinna í Føroyingafelagnum á Fyn, og Hans Kárason Mikkelsen, stjóri í Menning.fo Sp/F. Vinarliga Vegna Føroyingafelagið á Fyn Rani Lagfoss, skrivari