Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt dagtilhald í Suðuroy

Skjøtul verður nú settur á arbeiðið at skipa eitt dagtilhald fyri pensjónistar við førleikatarni á Hamragarði í Vági. Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, gjørt av. Avgerðin er tikin við støði í einum tilmæli, sum Nærverkið, eftir umbøn frá Almannamálaráðnum, hevur gjørt.

Í tilmælinum verður nomið við, hvar og hvussu eitt dagtilhald fyri pensjónistar við førleikatarni í Suðuroy eigur at verða skipað. Niðurstøðan er, at bestu karmarnir eru at finna á Hamragarði í Vági. Á Hamragarði eru allir hentleikar til staðar at skipa eitt gott tilboð, harímillum nýggj venjingarútgerð, venjingarkøkur, góð atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum og góð atgongd til náttúruna.

Landsstýriskvinnan hevur avgjørt at fylgja tilmælinum og hevur í dag heitt á Nærverkið at fara undir arbeiðið at seta á stovn eitt dagtilhald á Hamragarði í Vági.

Á fíggjarlógini fyri 2012 eru slakar 800.000 krónur settar av til endamálið.