Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt føroyskt vinnublað á marknaðin

Nú um dagarnar fæst eitt nýtt vinnublað í sølubúðunum, sum hevur fingið navnið VINNULÍVIÐ. Umframt almenningin, vendir blaðið sær serliga til vinnuna, sum heitið á blaðnum sipar til.

Tíðindaskriv 22. november 2014

Innihaldið í hesum fyrsta blaðnum er fjølbroytt, har hugt verður eftir ferðavinnuni, sum hevur sett met í vitjanum í ár. Somuleiðis er ein frásøgn frá Føroya størstu byggiverkætlan nakrantíð – tí stórsligna skúladepilinum við Marknagil.

Stigtakararnir til eina nýggja og spennandi tøknifyritøku á Eiði koma eisini til orðanna, og somuleiðis umrøða vit bestu lýsingarherferðirnar í árinum, sum Felagið Føroysk Marknaðarfólk annað árið á rað hava virðislønt.

- Ikki nógvur vinnulesnaður er á marknaðinum í løtuni, og tí halda vit sum útgevarar, at bæði tørvur og pláss er fyri einum slíkum blaði við áhugaverdum vinnutilfari, ið vit hava valt at prenta í tíðarritsstødd við góðskumyndum í góðskupappíri, sigur Høgni Thomsen, viðskiftastjóri í Sp/f Censure, ið er útgevari av nýggja blaðnum.

Í blaðnum er eisini ein longri og áhugaverd samrøða við kongin í føroyskari handilsvinnu, Niels Mortensen, sum er høvuðseigari og rekur felagið og húsið SMS, Miklagarð, Bónus og Mylnuna, eins og aðrar handlar.

Somuleiðis verður borðreitt við yvirliti yvir tær tryggingar, ið eru mest viðkomandi fyri vinnufyritøkur. Eisini hevur blaðið eina frásøgn frá Vinnuhúsinum, sum fyrst í november lat upp dyrnar fyri almenningin í nýggja og snotiliga bygninginum við Óðinshædd í Havn.

Stigtakararnir til VINNULÍVIÐ, ið verður latið ókeypis í allar vinnupostboksir í Føroyum, men eisini fæst í leysasølu á kring landið, vóna sjálvandi, at móttøkan av blaðnum verður góð. Ætlanin er at koma út fimm ferðir um árið, og næsta útgávan kemur í februar.

VINNULÍVIÐ verður at finna í øllum vinnuligum postboksum mánadagin, og fæst í leysasølu í flestu sølubúðum kring landið sama dag.