Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt kampinghús Yviri við Strond

Byrjað varð at hava kampingpláss Yviri við Strond í 1981. Tey gomlu húsini, sum stóðu har, vóru frá ávíkavist 1982 og 1995, og vóru nú í sera ringum standi. Fyri stuttum samtykti býráðið at dagføra umstøðurnar og at lúka nýggj krøv um plásstørv og rýmingarleiðir, og samstundis at ríva gomlu húsini niður og at byggja nýggj.

Nýggju húsini vórðu reist 24. mai. Bæði kostnaðar- og tíðarætlan helt og húsini stóðu klár at taka í nýtslu 1. juli. Samlaða húsavíddin er 14o fermetrar og húsini eru útgjørd við køki, uppihaldsrúmum og fleiri bað- og vaskirúmum, umframt at nosslig veranda við útimøblum er uttanfyri.

Tað er Kunningarstovan, sum umsitur húsini og skipar raksturin á plássinum í summarhálvuni. Annars hevur Húsaumsitingin hjá kommununi ábyrgd av húsinum og viðlíkahaldi frameftir.

Bárður Johannesen á býarskipanardeildini hevur teknað, leitt og havt eftirlit við arbeiðinum fyri kommununa. Theresa Kreutzmann, leiðari á Kunningarstovuni, og umsjónarmaðurin Andrias Rein hava tikið lut um innrætting, køk, tal av brúsum og wc. o.s.fr.

Tað var Djóni í Geil, ið hevði lægsta tilboðið. Lendisarbeiðið stóð Bjartur Skipanes frá Articon fyri, grevstur og stoyping stóðu Tórhallur Hansen og 3S fyri, asfaltmennirnir hjá kommununi hava asfalterað, Byggitænastan og DjíG hava smíðað, Niels Sørensen hevur málað, Regin Joensen hevur gjørt múraraarbeiðið, Páll Olaf Jacobsen hevur staðið fyri rørlegging, Takplan fyri álegging av protandúki og El-Net fyri elinnleggingini.

Byggikostnaður um 3 mió. Í gjár seinnapartin var móttøka á kampingplássinum og nýggju húsini vórðu sýnd fram, borgarstjórin Heðin Mortensen og Theresa Kreutzmann, leiðari á Kunningarstovuni, hildu røður. Theresa segði tað var í tøkum tíma, at arbeiðið var liðugt, tí longu í gjár byrjaðu útlendsku gestirnir at floyma inn á økið og fleiri skuldu koma í dag