Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt Leiklistaráð valt

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini.

Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.

Limirnir frá 1.10.2020-30.09.2023 eru:

Ólavur Jøkladal, formaður, tilnevndur av landsstýrismanninum
Birna Heinesen, tilnevnd av landsstýrismanninum
Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
Formaður næstu trý árini verður Ólavur Jøkladal, sum er cand. mag. í tónleikavísindum og norðurlendskum máli. Hann hevur drúgvar royndir á mentanarpallinum sum kórleiðari og tónaskald, umframt at verða fíggjar- og roknskaparkønur.

Birna Heinesen, cand. mag. í dramaturgi, hevur sitið eitt skeið frammanundan fyri LISA, og Jóan Petur Hentze er afturvaldur fyri Tórshavnar býráð. Hinir limirnir eru allir nývaldir.

Leiklistaráðið hevur heimild í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. Sambært lógini skal landsstýrismaðurin seta Leiklistaráðið við sjey limum, og hann skal sjálvur tilnevna formannin umframt ein lim. Annar av hesum skal vera fíggjar- og roknskaparkønur. Leikarafelagið, LISA MÁF, Tjóðpallur Føroya og Tórshavnar býráð skulu tilmæla hvør sín lim. Limur Tjóðpalsins er starvsfólkaumboð, ið verður skift annað hvørt ár. Limirnir í Leiklistaráðnum skulu hava kunnleika til mentan og palllist.

Uttanríkis- og mentamálaráðið,

oktobur 2020