Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt navn, ein broytt framtíð

Røða sum Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri helt á kunnandi fundi fyri limum og áhugaðum:

Ein bóndi dyrkaði serliga gott korn, og ferð eftir ferð vann hann heiðursløn fyri kornið. Tá ið ein journalistur fór at gera samrøðu við bóndan, var hann bilsin av, at bóndin gav grannunum fræ frá sær.

- Hví gevur tú grannunum tíni bestu fræ, tá ið tú veist, at teir eisini eru við í kappingini um at hava besta kornið, vildi journalisturin vita.

- Jú, tað skal eg siga tær. Vindurin tekur blómusáð úr teimum búnandi kornunum og sendir tey tvørtur um markirnar. Frá mær til mínar grannar, og frá mínum grannum inn til mín. Um tey rundan um meg ikki dyrka eins gott korn, sum eg geri, so fer góðskan á mínum kornum sum frálíður at minka. Skal eg dyrka gott korn, má eg eisini hjálpa mínum grannum at dyrka gott korn.

*** 
Vit liva í einum fantastiskum landi. Okkara fólk er íðið og framtakshugað. Samfelagið er gott og trygt. Saman hava vit í øldir ment okkara land til at verða millum heimsins bestu at liva í. Soleiðis skal tað eisini verða frameftir. Tí mugu vit nú átaka okkum tær stóru avbjóðingarnar, sum eru í samfelagnum, samstundis sum vit halda fast um styrkirnar.

Vit skulu tora at hyggja eitt sindur longri og standa við okkara ábyrgd mótvegis Føroyalandi – bæði í dag og í komandi døgum.

Meðan hinir politisku flokkarnir stara seg blindar í stríði um smámál og stutttíðarloysnir, fer Sjálvstýrisflokkurin seta fokus á tað, sum okkara samfelag veruliga hevur brúk fyri. Vit mugu hyggja longri og virkað dyggari fyri framtíðar Føroyum.

Føroyski búskapurin er ikki haldførur. Verða munagóð átøk ikki gjørd, verða pengar ikki til vælferðarsamfelagið og allar vælferðartænasturnar í framtíðini. Vit hava seinnu árini upplivað fráflyting og eru í støðugum vanda fyri at koma í ta støðu aftur. Okkara fantastiska samfelag er komið á skeiva kós, og grammleikin og stuttskygni hjá teimum stýrandi flokkunum ger, at vit koma at bøta í ríkiligt mát í longra lagi.

Hetta ber ikki til. Vit mugu rætta kósina. Vit kunnu ikki bara hugsa um okkum sjálvi og fáa sum mest burturúr í dag, tá ið avleiðingin verður, at vit fáa eitt minni gott og veikari vælferðarsamfelag í morgin. Vit skylda okkum sjálvum og okkara eftirkomarum, at vit styrkja vælferðarsamfelagið her og nú og fyri komandi tíðir! Føroyar eru ikki bert fyri tey fáu og væl bjargaðu. Føroyar eru eisini fyri øll hini – eisini tey, sum hava brúk fyri hjálp og stuðli frá samfelagnum.

*** 

Tíðin er komin, at vit miðvíst tryggja og styrkja kjarnutænasturnar ívælferðarsamfelagnum. Tað skal hvørki í morgin ella í komandi tíðum kosta at fara á sjúkrahús ella til lækna. Vit skulu tryggja øllum okkara borgarum eina góða viðgerð og virðiliga viðferð í heilsuverkinum. 

Eingi børn í Føroyum skulu fara svong í song, tí vit skulu kanna, hví tey ikki hava til dagin og vegin. Vit skulu hjálpa teimum, sum eru illa sperd fíggjarliga, og tað skal gerast sum skjótast. Sjálvstýrisflokkurin verður ikki við í einari komandi samgongu, um tað ikki staðiliga verður ásett, at eingin børn skulu liva í fátækadømi í Føroyum! Tað er nóg mikið tosað – nú skal handlast!

Eitt samfelag er ikki eitt samfelag, fyrr enn øll, sum vilja, kunnu verða her alt lívið. Tí skulu útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum betrast munandi. Tað munnu verða fá lond í heiminum, sum í so stóran mun sendir ungfólkið av landinum fyri at útbúgva seg. Vit kenna avleiðingarnar. Helvtin av teimum, sum fara avstað, koma ikki aftur. Okkara synir og døtur veitra Føroyum farvæl, og nógv teirra koma ikki heimaftur. Hetta er ein dyggur missur fyri Føroyar.

Nú skal landið standa við sína ábyrgd og tryggja nógv størri møguleikar at útbúgva seg í Føroyum. Vit skulu brúka meira pengar til hægri skúlar, so at færri ungfólk fara av landinum. Hetta fer at skapa vøkstur – ikki bara í fólkatali – men eisini í okkara búskapi. Fleiri ungfólk, vit varðveita í Føroyum, betur kann javnvágin millum ung og gomul tryggjast, og sterkari verður okkara samfelag.

Vit verða eisini noydd at hyggja at, hvør pensjónsaldurin skal verða. Vit liva betri, vit liva longri, og mítt ættarlið kann verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Tað er munur á teimum, sum eru 65 ár í dag, og okkara ættarlið, tá ið vit gerast 65. Tað eldra ættarliðið fór tíðliga til arbeiðis. Tey hava arbeitt hart, og arbeiðsumstøðurnar vóru ikki so góðar, sum tær eru blivnar í dag. Tí skulu tey, sum eru komin upp í árini, pensjónerast eftir verðandi skipan.

Vit, sum í dag eru í 30’unum, og tey, sum eru í 40’unum og kanska eisini 50’unum, eru komin seinni á arbeiðsmarknaðin. Viit hava í størri mun tikið útbúgvingar, áðrenn vit eru farin til arbeiðis. Arbeiðsumstøðurnar eru eisini munandi betraðar, og nógv av okkum verða ikki slitin í sama mun, sum eldra ættarliðið var av hørðum arbeiði. Tí skulu vit eisini taka ábyrgd av samfelagnum. 

Pensjónsaldurin eigur at hækka. Ikki í dag ella í morgin, men í komandi tíðum. Hvussu og nær, vit gera tað, kunnu vit viðgera nærri. Um mítt ættarlið kann arbeiða eitt ár ella tvey longri, fer tað bøta munandi um haldføri í búskapinum og vil verða við til at tryggja vælferðarsamfelagið. Eg eri til reiðar at taka tað takið, og eg veit, at nógv við mær eru eisini tað.

Føroyar eiga at verða enn meira tilvitaðar um at brúka grønar orkukeldur. Í løtuni brúka vit fleiri túsund tons av olju bert til at hita almennar bygningar. Hetta er ikki haldbart í longdini. Vit hava brúk fyri reinari orku. Vit skulu hugsa um umhvørvið, og vit skulu hugsa um útreiðslurnar. Ein greiður og ítøkiligur orkupolitikkur skal seta Føroyar á eina enn grønari kós. 

Sjálvstýrisflokkurin hevur verið við til menna føroyska samfelagið til tað, sum tað er. Tey, sum slóðaðu fyri okkum, gjørdu eitt framúr gott arbeiði. Okkara flokkur hevur gingið á odda í slóðbrótandi verkætlanum – eitt nú innan samferðslu. Vit vóru í front, tá ið Vágatunnilin varð gjørdur, vit vóru við at stovna Atlantsflog og tyrluflúgvingina. Vit hava ment samferðslukervið við nýggjum vegum og tunlum. Okkara landsstýrismaður slóðaði fyri Eysturoyartunlinum og mátti gjalda høgan prís fyri tað. Og vit høvdu eisini avgerandi leiklut, tá ið nýggj kelduskattaskipan varð sett í verk. 

Í dag byrja vit eina nýggja tíð í Sjálvstýrisflokkinum. Nýtt Sjálvstýrið vil gera íløgur í fólkið og vælferðarsamfelagið. Vit vilja tryggja vælferðartænasturnar. Vit vilja hava nógv fleiri útbúgvingarmøguleikar til okkara unga fólk. Vit ynskja grønari orku. Vit vilja búskapin haldbaran og tryggja vælferðarsamfelagið til okkara eftirkomarar.

Nýtt Sjálvstýrið vil ganga á odda í einum nýggjum politikki, har loysnirnar í dag gera føroyska samfelagið sterkari bæði í morgin og í komandi døgum. Vit skulu hava færri stuttsiktaðar avgerðir– og fleiri langsiktaðar loysnir!

Okkara fólk skal trívast her í Føroyum, og vit skulu taka okkum væl av hvørjum øðrum. Vit skulu dyrka tað besta kornið, sum vit kunnu, og vit skulu deila tey bestu fræini okkara millum.

Onkur má taka ábyrgd. Vit eru til reiðar. Nýtt Sjálvstýrið vil saman við føroyingum seta kós fram í tíðina, har Føroyar verða eitt enn betri land at liva í.