Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt samvirkið kommunukort

Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt samvirkið (interaktivt) kommunukort, har til ber at síggja, hvussu kommunurnar broytast við tíðini. 

Tann 16-02-1866 bleiv Tórshavnar kommuna, sum tann fyrsta føroyska kommunan, stovnað.

Tann 01-10-1873 blivu hesar kommunur upprættaðar, sum í høvuðsheitunum vóru tær somu, sum prestagjøldini:

Norðoya prestagjalds kommuna
Eysturoyar prestagjalds kommuna
Norðstreymoyar prestagjalds kommuna
Sameindu sókna kommunurnar í Suðurstreymoy
Vága prestagjalds kommuna
Sandoyar prestagjalds kommuna
Suðuroyar prestagjalds kommuna
 
Tá vóru sostatt einans 8 kommunur, men 3 ár seinni byrjaðu kommunurnar at fara sundur:

01-10-1876 Nólsoyar kommuna
01-10-1878 Hvalbiar kommuna
01-10-1879 Tvøroyrar kommuna
16-01-1892 Vestmanna kommuna

Nógv av kortunum hjá Umhvørvisstovuni eru nú savnaði á hesi síðuni:

http://www.us.fo/Default.aspx?ID=13816

Millum kortini finst samvirkna kommunukortið, har til ber at síggja hvussu kommunumarkini sóu út frá 1866 fram til í dag.