Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Byrjað verður hósdagin 2. februar og hildið verður fram einaferð um vikuna, íalt 10 ferðir. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur

Nýtt skeið í listterapi fyri teg, sum hevur ella hevur havt krabbamein

Kundi tú hugsað tær at verið partur av lítlum bólki, har tú:
 
-undir tagnaðarskyldu fært sett orð á tína støðu við fólk, sum skilja teg og kenna seg aftur í tí, tú hevur uppá hjartað?

-ikki hevur fyri neyðini at taka atlit til tey, tú vanliga heldur teg skula verja fyri tínum innastu tankum og kenslum?

-umframt prátið fært møguleikan at úttrykkja teg við t.d. tekning, máling ella skriving, og har tað er ein fyrimunur ikki at vera von/vanur við at úttrykkja teg kreativt?

-ígjøgnum felagsprátið, kreativitetin, hugnan og nakað av undirvísing kanst fáa tað lættari í mun til tínar avbjóðingar?
 
Skeiðið hevur verið væl umtókt, her eru tvær afturmeldingar frá fyrrverandi luttakarum:
 
” Tá eg sá møguleikan at tekna meg til listterapi, gjørdi eg tað beinanvegin, men var eitt sindur skeptisk, tí eg visti ikki, hvat eg gekk inn til. Tað hevur ikki altíð verið lætt at fingið ymsu uppgávurnar, men ótrúligt er tað, at tá man hevur sitið eina løtu , so kemur tað bara, og so útviklar tað seg. Eg má siga, at eg havi glett meg hvørja ferð. Tað er gott og kennist sum ein lætti at seta orð á sína støðu við onnur, sum hava verið ella eru í somu støðu. Og tað er gott at merkja virðingina fyri hvørjum øðrum – at tað verður lurtað. Eri komin at kenna hinar í bólkinum og blivin góð við tær. Fari at minnast á skeiðið við takksemi og gleði.”
 
”Eg haldi, at skeiðið hevur verið stuttligt, hugnaligt og gevandi. Eitt deiligt frírúm í 10 hósdagar saman við fantastiskum fólki. Spennandi at fáa ymiskar uppgávur, sum man annars helst ikki hevði kastað seg útí. Deiligt at kunna vera kreativ uttan at hugsa um, at man skal gera eitt stórt verk. At hoyra søgurnar hjá hinum hevur gjørt meg klókari uppá lívið og lært meg nógv. Haldi meg hava fingið størri bevístheit um, hvør eg eri, hvat eg vil - eri blivin betur til at siga frá.”
 
”At ganga til listterapi er fantastiskt. Eg havi lært nógv um meg sjálva og komin at kenna mína kreativu síðu, sum eg ikki trúði, eg hevði. Tað at kunna tosa opið og frítt um tað, sum fyllir, er ein sera góð kensla. Hinar í bólkinum vita akkurát og skilja, hvat eg meini – tað hevur hjálpt mær nógv. Í flestu førum er tað sera ringt at forklára og deila sínar kenslur við ein, sum ikki hevur havt krabbamein. Hetta er eitt fantastiskt høvi til at fáa hjálp og koma víðari í lívinum.— Nú er nakað síðani, at okkara skeið kom at enda, men vit hava enn samband og møtast hjá hvørjum øðrum. Eg havi fingið vinir fyri lívið. — Tú, sum ivast og ikki heilt torir at taka stigið at melda teg til listterapi, ger tað bara; tú fert ikki at angra tað.”          
                                                                                    
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo  og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.