Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt: Ver sum heima í Evropa

Ver flytir landamørk. Vit avdúka nýggju tænastuni VER SUM HEIMA, ið loyvir tær at tosa, nýta data og smsa sum heima til, í og úr nærum øllum Evropa júst sum heima í Føroyum. Tað er bíligt, tí prísurin er úr 357 krónur um mánaðin, men fyrst og fremst er tað lætt, einfalt og trygt.
 
Hetta er til tín, sum er á veg út í heim. Til tín, sum vil hava alt við. Sum vil stroyma, fanga løtuna, pakka hana inn og senda hana heim.

Hetta er til tín, sum vil tosa og smsa frítt og fortelja um upplivingar og støð. Facebooka, snappa og lesa teldupost alt fyri eitt og sama hvar tú ert. Hetta er til tín, sum skal finna veg.

Hetta er til tín, sum ynskir at vera bíliga og trygt á netinum; eisini tá tú ert uttanlands. Hetta er VER SUM HEIMA.

Fyrst tóku vit landamørkini burtur við fríari talu í nærum øllum Evropa. Nú fara vit eitt risafet víðari. Vit geva tær frælsi. Frælsi at tosa og smsa sum heima til, í og úr nærum øllum Evropa, men tað steðgar ikki her. Tú fært framyvir fult frælsi yvir tínum haldi. Tað merkir, at tú nú kanst nýta alt títt data uttanlands júst sum heima í Føroyum.

Hetta er nýtt og ómakaleyst, og nú endar so statt tíðin við stórum eykarokningum og høgum uttanlandskostnaði. Við VER SUM HEIMA eru prísirnir eins, sama hvar tú ert.

Soleiðis fært tú VER SUM HEIMA
Í hesum sambandi gera vit nakrar tillagingar. Framyvir koma haldini Frí tala 3GB og Frí tala 6GB at eita Frí+ 3GB og Frí+ 6GB. Orsøkin er, at hesi bæði haldini fáa VER SUM HEIMA íroknað. Hevur tú frammanundan annaðhvørt Frí+ 3GB ella Frí+ 6GB , er ikki neyðugt at gera nakað fyri at fáa nýggju tænastuna.

Hevur tú hinvegin Frí tala 1GB, eitur haldið framyvir Frí, og tú fært fríu smsini íroknað í títt hald.

Hetta er einfalt, lætt og trygt. Far bara uttanlands og njót tað, uttan at tú noyðist at stúra fyri telefonrokningini. Tú ert nú í tryggum hondum.
 
Les meira og keyp á ver.fo
 
VER SUM HEIMA er galdandi í hesum londum:
Belgia, Bulgaria, Danmark, Eysturríki, Estland, Frankaríki, Finnland, Føroyar, Gibraltar, Grikkaland, Grønland, Holland, Italia, Írland, Ísland, Kekkia, Kosovo, Kroatia, Kýpros, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Norðurírland, Noreg, Ongland, Portugal, Pólland, Rumenia, San Marino, Skotland, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Týskland, Ungarn og Wales.