Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt videolag frá HULDA

Í gjár lat føroyski elektrobólkurin HULDA út nýtt sjónbandalag til vælumtókta lagið "Sorgin." HULDA, sum í fjør varð tilnevnd til "Årets danske elektroniske udgivelse" á GAFFA, er verkætlan hjá songkvinnuni Rannvá Helenudóttir, sum greiðir soleiðis frá videolagnum:

-Video lýsir sorg - bardagan at sleppa upp aftur, tá sorgin hevur hálað ein niður. At mann ongantíð verður júst tann sami aftur. Tað spælir við tankan um sorg sum eitt slag av spunahylki."

Torfinnur Jákupsson hevur framleitt og leikstjórnað. Sámal Blak hevur sniðgivið, og leikarin er Sunniva Holm Poulsen. Faroe Ship og Intersport/Thomas Dam Ítrottur stuðlaðu framleiðsuni.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=4ZuM3LPPW8U]