Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen verður valevni fyri Framsókn

 Framsókn skal boða frá, at 43 ára gamla Oda Wilhelmsdóttir Andreasen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. Hetta er fyrstu ferð hon stillar upp.

Oda hevur drúgvar leiðslu- og arbeiðsroyndir frá ferðavinnuni bæði innanlands og uttanlands og eisini hevur hon royndir innan samskifti og leiðslu.  Í løtuni nemur hon sær HD útbúgving. Eisini er hon aktiv innan fótbólt og hondbólt.

-Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi eru grundleggjandi virði, ið skulu fáa føroyska samfelagið aftur á beint.

-Eg ynski einar frælsar Føroyar, har okkara ungu trívast og hava góðar útbúgvingar- og bústaðarmøguleikar, so tey ikki nýtast at leita sær av landinum. Eg ynski betri livikor fyri stakar uppihaldarar og børn teirra og ikki minst betri kor fyri okkara eldru borgarar, har umsorgan og lívsgóðska verður sett í hásæti.

-Eg vil virka fyri ítróttini og ferðavinnuni. Vit skulu vera betri at dyrka okkara ítróttartalent og menna hesi og geva teimum fíggjarligt grundarlag at kunna mennast. Eg vil vera við til at menna eina burðardygga ferðavinnuna í Føroyum við virðing fyri náttúru og fólki. Vit skulu fyrireika okkum til hetta við m.a. at førleikamenna og bjóða út ferðavinnuútbúgvingar í Føroyum.

-Eg vil virka fyri, at útlendskir borgarar, sum flyta til Føroyar verða væl integreraðir í føroyska samfelagið, sum teir eru við til at ríka, sigur Oda at enda.