Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Dómur setir fokus á lógarbrot

Hósdagin bleiv ein kvinna dømd fyri at hava ærumeitt ein landsstýrismann. Men undir viðgerðini í miðlunum, nevndi ákærin aftur og aftur, at á Facebook eru fólk sín egni redaktørur, men tað eru tey í øllum viðurskiftum.

Facebook hevur sína leiðslu, men ongin kann fara eftir teimum. Útala navngivin fólk seg um onnur í bløðum, í útvarpið ella í sjónvarpið, so eru tey sín egni redaktørur. Ongin annar enn tey sjálvi kunnu ábyrgdast fyri tað, tey sjálvi siga.

Redaktørurin kann bara ábyrgdast, tá keldan ikki verður nevnd við navni. Kortini hevur tað eydnast at dømt meg fleiri dómar fyri úttalilsir hjá øðrum navngivnum persónum, og tað er lodrætt lógarbrot.** Tað veit dómsvaldið og tað veit ákæruvaldið, og fjølmiðlarnir áttu at vita tað. Tað er felt niður í Grundlógina: § 77 - Paragraf fra Grundloven

LOV nr 169 af 5/6/1953

Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale at offentliggøre sine tanker, dog under ansvar for domstolene. Censur og andre forebyggende forholdsregler kan ingensinde påny indføres.

Har stendur nevniliga ikki, at Dan Klein, er undantikin lógini, tó at soleiðis verður lógin umsitin:

Løgmaður sigur á Facebook, at dómurin staðfestir, at tað er ólógligt at ákæra fólk, og hann heldur at dómurin er ein stórur sigur fyri verjuna av persónum í almenna rúminum, og helst politikarar hava alt ov leingi funnið seg í at verða úthongdir og útspiltir...

Trupulleikin hjá løgmanni er, at viðkomandi kvinna, ikki hevur úttalað seg alment um landsstýrismannin. Sum skilst eru ákærurnar settar fram á skrift í einum stongdum bólki á Facebook.

Í øðrum londum verða slíkar síður ikki mettar at vera í almenna rúminum, og tí vildi eitt úttalilsi av ivasomum slag har, ikki verið rættarsøkt, men í Føroyum kann alt henda. Her verður sensurur framdur, so fólk kunnu ræðast frá, at hava eina meining.

Løgmaður fer tó fullkomiliga skeivur, um hann heldur, at fólkavald kunnu síðustillast við onnur. Alla aðrastaðir skulu fólkavald tola nógv meira av kritikki enn aðrir borgarar. Men dómurin setti fokus á lógarbrotini.

Men vit eru í Føroyum, og sum vit søgdu við journalist á EkstraBladet: Færøerne er det rene Taleban-land...

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...