Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Eitt Cop-land í forfalli

Í fleiri mánaðir hava vit fylgt og greinað vanlukkuligu gøluna um sokallaða Pidda-málið, men longri vit kanna, meira sannførandi er tað, at føroyska mafian er partur av løgregluni, og verður vard av rættarskipanini, sum spýtir falskar dómar út, sum blommusteinar.

Fyri skjótt langari tíð síðani, skrivaðu vit eina grein um ein aðalstjóra í Tinganesi, sum ringdi og hótti ein mann í Havn við lívinum. Hann skuldi skræða høvdið av manninum, sum hann helt, hevði sett eina buglu á bil hansara. Aðalstjórin hevði einki prógv, men honum dámdi ikki mannin, og tað var tí hann valdi hendan út, at hótta.

At tað ikki kundi vera hesin maðurin, kundi hinvegin prógvast umvegis telduna, men tað, sum var áhugavert við hesari samtaluni, var ikki buglan, men tað, sum varð sagt millum persónarnar.

Tann hótti segði, at tá aðalstjórin hótti hann við lívinum vildi hann meldað hann til løgregluna. Aðalstjórin svarar. Ja, ger tú bara tað: - Har hevur TÚ ongar vinir!!!!

Ja, har hevur tú ongar vinir, segði aðalstjórin, sum harvið eisini visti, at tað ikki nyttaði manninum at melda fyri so álvarsliga hóttan, tí aðalstjórin hevði vinir innan løgregluna. Tað vísti seg eisini at halda.

Eina aðru ferð, skuldi ein advokatur í býnum koyra mann yvir við bili, men aftur her: Har hevur tú ongar vinir. Vit vita eisini um fleiri dømir um persónar, sum eru meldaðir, eisini verða dømdir, tí tey, sum melda hava vinirnar í løgregluni, sum liggur á búkinum fyri at hjálpa klanvinunum, og dómsvaldið hevur enn ta fatan, at politiet ved hvad de gør.

Í dag vóru høvuðstíðindini í Rás 2, at løgreglan hevði lagt hald á 30 ólóglig prutl, meðan samfelagið søkkur í narkosølum. Tað er alment kent, at reyði narkotráðurin røkkur inn í samkomu, men hevur okkurt slag av politiverju og mafiastatus.

Vit vita, at eitt narkoreiður er í Søldarfirði, og at stórar hash-plantasjur eru á øllum oyggjum, og vit vita eisini, at teir fáu urtapottarnir, ið verða tiknir ikki skal vísa annað enn, at løgreglan ger hvat gerast skal í slíkum málum, meðan veruleikan er ein heilt annar.

Vit vita eisini, at fleiri politistar hava ætlanir um at rýma, tí teir ikki duga at síggja nakra meining við arbeiðinum longur. Tað snýr seg um at renna ørindir fyri mafia-bólkar og persónar, heldur enn at halda lóg og landaskil í samfelagnum. Føroyar eru eitt Cop-land í forvalli!!!

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.

Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við ...