Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Keisarin uttan klæðir

Í vikuni hevði Kringvarpið eina sending, har seinasti parturin snúði seg um hvørt vit í Føroyum, høvdu korruptión, ella ikki.

Hesin parturin av sendingini, hevði heitið: Hava vit korruptión í Føroyum?

Svarið var, at umstøðurnar eru til staðar fyri korruptión í Føroyum, at tað kunnu vit hava í fiskivinnuni.

Víst var til vandan við, at landsstýrismaðurin sat og deildi út kvoturnar, og sjálvt um tað ikki kann ávísast, at óreglusemi er farið fram, er tað ikki hetta, sum setir spurningin.

Tað er meira, at tað er møguligt at gera sær dælt av støðuni, enn tað, at prógva óreglusemi, sum hevur týdning.

Sannleikin er tann, at korruptiónin er allastaðni í føroyska samfelagnum. Eisini hjá stovnum, sum ongin vildi droymt um. Sokallaða skipagølan er besta prógv um, at korruptiónin hevur gróðurbotn í Føroyum.

Her virkar korruptiónin so væl, tí tað sita fasistar í lyklastørvum og útinna beistagerðir í móti ávísum borgarum.

Tað liggur væl fyri, tí hesir fasistar sita og krógva seg aftanfyri einum fólkaræði, sum eftir hondini er so útholað, at tað ikki er til.

Vit hava fyrr víst á, at fólkaræði ikki góðtekur, at forða fólki at koma í størv, heldur ikki í leiðandi størv, sum hava eina aðra hugsan enn tey flestu. Tey megna bara at halda seg undir “radaranum”, til tey eru komin í hesi størv, og so hava tey frítt spæl.

Hetta mundi m.a. vera ein av orsøkunum til, at navnframi Winston Churchil, skuldi hava sagt, at fólkaræði er nakað lort, men tað er so tað frægasta vit hava.

Tað er so lætt hjá fasistum og øðrum slíkum “personasjum”, at krógva seg aftanfyri fólkaræði, og undirminera einhvønn neista til frælsi.** Vit hava politiskar flokkar, sum siga seg byggja á frælsishugsjónina, uttan at vita hvat frælsi er fyri ein stødd. Tað er í veruleikanum syrgiligt.

Landsstýrismálanevndin hevur sitið og viðgjørt mál, sum løgtingið fyri størsta partin longu hevur góðtikið.

Okkara fólkaræði er onki annað enn keisarin uttan klæðir.

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...