Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Nevningar kunnu døma

Onkur spælir við eld í teirri donsku rættarskipanini, sum loyvir sakum við nevningatingi í Føroyum, og fortelja, at hesar sakir kunnu ikki appelerast til hægri rætt, tá tað beinleiðis stríðir í móti andanum í danska rættarprinsippinum um, at sakir skulu kunna roynast við minst tveimum trinum.

Tað var eisini nógv frammi undir Pidda-málinum, um tað var grundarlag fyri hesum sakum, sum í Føroyum, bara hava tveir dómarar á sakini, harav tann eini bara er hjásitari hjá hinum, men við ongari løgfrøðisligari tingd at virka, sum eygleiðari.

Vit hava leitað í skipanini eftir lógartekstum, at halda okkum til. Vikepedia skrivar um nevningating:

Hvis et nævningeting finder tiltalte ikke-skyldig, afsiges straks en dom om frifindelse.

Hetta gevur nevningunum stóra makt og ábyrgd, men tað er ikki júst tað, almenningurin fær at vita.

Findes tiltalte derimod skyldig (hvilket kræver mindst 8 stemmer ud af 12), kan de tre juridiske dommere følge eller tilsidesætte denne beslutning.

Her tosar lógarteksturin um “dommerne”, meðan skrivstovustjórin í dómhúsinum var í Kringvarpinum og tosaði um “dómaran”, so eisini her skurrar.

Men í skjalagoymsluni hjá løgtinginum finna vit hetta, sum líkist orðingini, ið verður brúkt í samband við nevningating í Føroyum, men júst hesa orðingina vil eingin nevna:

9.2.5. Hvis nævningernes erklæring går ud på, at tiltalte ikke er skyldig, og der ikke er spørgsmål om anvendelse af andre foranstaltninger end straf (f.eks. anbringelse i institution, jf. straffelovens § 68), afsiger retten straks frifindelsesdom, jf. retsplejelovens § 903, stk. 1.

Men dómararnir kunnu fella avgerðina hjá nevningunum, og so kann ákærumyndugleikin velja at frafalla ákæruna, og í staðin fyri at krevja nýggja dómsviðgerð við øðrum nevningum og øðrum dómarum. Men um ákæran verður fráfallin, so skal rætturin frídøma eftir § 905 í rættargangslógini.

Men tað, sum kann vera áhugavert er, um tað í heila tikið er grundarlag fyri nevningatingi í Føroyum. Vit vita bara, at sjálvt um grundgevingar verða brúktir úr omanfyristandandi uppskoti frá løgmálaráðnum, so er onki í tekstinum, sum vísir til Føroyar; heldur ikki lit-tekningin niðast, og tí hava vit eisini biðið um viðmerking- og ella um alment innlit í um hetta fyri at vita um uppskotið frá 2006 nakrantíð er samtykt í danska fólkatinginum, ella í Løgtinginum. Skjalið vit hava funnið um hetta inni á logir.fo, líkist ikki heldur vanliga lógararbeiðinum, ið annars verður lagt fyri løgtingið.

Tað er nógv, sum bendir á, at roynt verður at skapa eina rættarsiðvenju, men vit kunnu undrast yvir, at ongin í politisku skipanini ella umsitingini undrast yvir støðuna, og heldur ikki roynir at greinafløkjuna.

Nevningar kunnu døma, men fáa teir loyvi í Føroyum?

Her er tann lógartekstur, sum vit halda, verður brúktur í Føroyum í nevninga, og øðrum sakum:

http://www.logting.fo/files/casestate/1885/075.08%20Skjal%2017%20%20Flogferdsla%20Uppskot%20til%20L%202006%20538.pdf

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.

Tekna hald oyggjat@olivant.fo  og tú ert við...