Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Opið fongsul, fótleinkjur og tollsvik

Í kjalavørrinum av tollmálinum, er skotið mær í skógvarnar, at eg haldi við maktini, men eg havi ongantíð verið verji fyri nakran.

Tað kundi t.d. ikki fallið mær inn, at valt Jørgen ella Fólkaflokkin, men skal maðurin kallast tollsnýtari, so er minsta krav, at hann hevur snýtt í tolli.

Tað er ikki prógvað!

Hvat viðvíkur Tjóðveldi, so hava teir havt frælsi, sum eitt serligt mið ella krav.

Havi sjálvur verið einasti miðil í landinum, ið havi kravt pressufrælsi, men Tjóðveldi hevur ikki ønt mær í hesum sjálvsagda kravi, tá fongsulsdyrnar eru latnar aftur, og eg eri dømdur fyri úttalilsi hjá øðrum. 

Heldur ikki hevur hasin sokallaði frælsisflokkurin ønt mær verju, tá ákæruvaldið hevur plantað falskt prógv hjá øðrum persóni í eitt ákærurit.

Eg havi alla tíðina staðið við somu virðir. Eri ikki broyttur ein tøtil.

Eri líkaglaður hvør persónurin er, men eg góðtaki ikki, at fella nakran uppá følsk ella ongi prógvir, bara tí onkur sigur tað nóg oftani..

Eri sjálvur alt ov oftani dømdur uppá hasa kontoina.

Tað haldi eg eisini at tey flestu vita, men tey fægstu tora tó at viðganga hendan veruleika!!??

Oyggjatíðindi verjir bara sannleikan. Alt annað hevur ongan týdning.

----

Tveir ungir menn eru nú dømdir fyri at hava ránt pening frá 21 ára gamlari kvinnu, sum var á veg í samdøgursboksina hjá Bank Nordik við SMS.

Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum fingu mennirnir ávikavist 14 og 15 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.

At dómarin ikki gav ákæranum viðhald í, at lata menninar verða sitandi í fonsgslinum, gjørdi tað møguligt hjá øðrum manninum, at fara til skips.

Tað óvanliga er, at stórur munur verður gjørdur á føroyingum og dønum.

Hetta kemur til sjóndar við nevningatingum, sum verða fyriskipaði á heilt øðrum grundarlagið enn t.d. í Danmark.

Hartil koma oftani ekstremir dómar, og manglandi møguleiki við fótleinkjum, sum er heilt náttúrligt í Danmark. Vit vita um føroyingar, sum hava sitið í fótleinkju, men so mugu teir til Danmarkar, og verða sjálvir kravdir at gjalda ferðaseðilin.

Tað sama ger seg galdandi um føroyingar vilja í opið fongsul at sita, tí ongir slíkir fasilitetir eru í Føroyum. Men aftur her, skulu føroyingar sjálvir gjalda ferða-seðilin heim og aftur. Sjálvt um grundleggjandi munur er á føroyingum og dønum bæði við revsingum, fótleinkju ella opnum fongsli, so hoyrist ikki eitt kiss frá føroysku fólkatingslimunum.

Munurin á føroyingum og dønum verður góðtikin av fólkatings- og løgtingslimum okkara. Somikið um opið fongsul, fótleinkir og tollsvik.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...