Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Ringt at samskifta

Tað er ótrúligt, sum almennir føroyskir stovnar, hava ringt at svara, í hvussu so er tá talan er um innlit ella fyrispurningar, sum koma frá Oyggjatíðindum.

Tað er helst eisini nakað um, at hesir stovnar ikki føla seg tryggar, tí teir stýra ikki, ella hava ikki ávirkan á hvussu blaðið viðgerð redaktionellar spurningar.

Tað er í hvussu so er nokkso upplagt, at aðrir miðlar hava lættari við at koma í samband við almennar stovnar, og vit kunnu so bara gita um hví so er.

Herfyri vildu vit hava at vita, um ein túr til Berlin, sum varð skipaður fyri føroyskum bóndum, samstundis, sum tað var greitt, at bøndirnir vóru so illa fyri, at fingu teir ikki eina eykajáttan, so vóru tað nógvir, sum ikki hóraðu undan.

Búnaðarstovan váttaði, at túrurin var fyriskipaður, og at MBM, visti alt um hetta.

Vit settu okkum í samband við hesa fyritøkuna, men hoyrdu einki, ikki fyrr enn vit hóttu við at fara til umboðsmannin, fingu vit svar yvir teldupostin frá stjóranum, sum segði seg vera burturstaddan.

Vit vildu hava hann at greiða frá hesum túrinum og um hvør betalir fyri ferðalagið, og hvat hesin túrurin kostar samanlagt og fyri hvønn luttakara?

Og hvat bøndirnir rokna við at fáa burturúr?

Er túrurin av fakligum slagi, og fáa luttakararnir stuðul til ferðina?

Ja, spurningarnir vóru nógvir, men svar er so onki komið enn.

Ein annar stovnar er eisini biðin um innlit og viðmerking. Tað snýr seg um Famará, tí tann, sum hevur samskift við advokatin hjá Johan í Kollafirði, Sunniva Sólarris í Fiskimálaráðnum, knappliga sigur, at tað er ikki hon, sum skal svara uppá innlitsbønina, sum gekk út uppá, hví stovnurin velur at samskifta á føroyskum við ein danskan advokat, tá samskifti við EU er á enskum.

Men knappliga var svarið frá Sunniva Sólarris:

Kunnað skal verða um, at Heri Joensen er málsviðgeri av fyrispurningi tygara (t-post beinleiðis: heri.joensen@fisk.fo).

Hann vendir aftur til tygara við svari uppá fyrispurningin, væntandi í dag, var svarið. Tað var 17. september 2013!!??

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...