Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Slóðarin, Nelson Mandela, farin

Annfinn V. Hansen, advokatur, sigur, at hann ikki gerst ógegnigur, bara tí persónar áhaldandi siga hann, at vera tað. Tað vita øll, men so leingi fleiri og fleiri siga tað sama, so skapar hetta tann ivan, sum er nokk til, at ein og hvør, ið hevur lagnuna hjá øðrum í sínum hondum, gerst ógegnigur. Hetta er humlan í inhabilitetinum.

Vit hava upplivað, at løgtingsformaðurin er treiskur, tekur undir við, at maðurin skal vera kanningarstjóri, tó at hann mótsigur sær sjálvum, og avdúkar evnaloysi, men kemur at sanna, at hansara støða er ein eygaopnari hjá øðrum, sum vilja og krevja broytingar.

Aftur dumpaði í Pisa. Minnir um rámandi úttalilsi frá Páll Poulsen, rithøvunda- og samfelagskjakara, tá hesin samanbar ovastu leiðsluna fyri útbúgvingum í Føroyum, við eitt futt-tog, har teir fremstu vognarnir koyrdu tómir. Ikki einki um tað, sambært seinastu Pisa-kanningini, ha?

Kan årsagen til disse sørgelige hændelser være, at man behandler en øjebliks oppustet situation, i stedet for at finde ud af hvad klienten er utilfreds med? Min fornemmelse er, at det samme gør sig gældende hos sociale myndigheder, hvor klienter kan gå over stregen. Omgående bliver ringet efter politiet, og situationen eskalerer, men man finder aldrig ud af, at måske kunne der være noget galt med personalets håndtæring af episoden?

Fleiri tíðindir í donskum miðlum við yvirskriftini:

Derfor afpresser Odense-bander butikker: Penge går til fængslede:** Hetta gav orsøk til okkara viðmerking á netinum, tí hetta sanniliga eisini rakar djúpt inn í okkara egnu evnir til umsiting:

Det er ikke noget at sige til. Det danske retssystem og fængslerne, er beste grobund og skole for at få de mest hårdkogte kriminelle ud i samfundet...Det får man ud af en meget syg offentlig administration, som kun har et for øje, at forsvare sin egen uduelighed.

Og so koma vit til tíðindini um, at Nelson Mandela, mannarættindastríðsmaður, doyði í gjár, 95 ára gamal. Mandela er vorðin ímyndin av friði og tolsemi, sum hevur virðing millum allar heimsins borgarar. Bert spell, at flestu av hesum heimsins stuðlum ikki tora at tala at áganginum av sama slagi, sum Nelson Mandela hevur stríðst í móti.

Okkara vón skal vera, at hansara boðskapur ikki verður brúktur til at pynta uppá trúvirði hjá hvørjum einstøkum, uttan í minsta lagið at leggja tað lítla av álvara í, at meina tað vit siga, og gera hareftir.

Tá er nógv vunnið. Lat okkum læra av fortíðini, og lat okkum evna at gera upp við tað ringa, og ikki at endurtaka lógar- og mannarættindabrotini!!

Friður verður við minninum um slóðaran, Nelson Mandela.

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...