Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Summarsteðgur

Hetta er seinasta blað fyri summarsteðgin, men vit fara eftir førimuni at leggja tíðindir út á heimasíðuna til vit koma útaftur um hálvan august.

Sum vit kunngjørdu í blaðnum herfyri, so er Oyggjatíðindi í einari samráðingar-tilgongd, sum gongur út uppá, at blaðið skrivar um føroysk viðurskiftir, til føroyingar í einum globalum samstarvi, sum eisini umfatar aðrar tjóðir, ið soleiðis eisini verða kunnaði um føroysk viðurskiftir.

Konsepti skal byggja á eitt grundarlag uppá fleiri hundrað túsund í upplag, tá fleiri onnur lond eisini verða partur av prosjektinum.

Talan verður um, at blaðið verður prentað, og borið út um allan heim, har grundvøllurin liggur í teimum londunum, sum eru umboðaði.

Í hesum sambandinum er Oyggjatíðindi valt út, at umboða tann journalistikkin, íleggjarin hevur eftirlýst.

Okkara partur verður at skriva um Føroyar og føroysk viðurskiftir, men ætlanin er ikki, at blaðið skal koma út í Føroyum, men allir upplýsingar um prosjektið eru ikki greinaðir, so hvat tað endaliga verður til, kunnu vit í dag ikki upplýsa.

Tað byrjaði við, at ein útlendskur íleggjari setti seg í samband við okkum tíðliga í 2013. Tá vóru ávísir tankar vendir, eisini, at blaðið kundi koma út í Føroyum, men hetta er nú slept.

Orsøkirnar kunnu vera nógvar, ikki minst, at vit í Føroyum ikki hava eitt demokratiskt samfelag, sum byggir á pressufrælsi, og tað í sær sjálvum er avmarkandi.

Eisini eru lýsingar til bløðini í Føroyum treytaðar av sensuri, sum lýsarin tryggjar sær. Oyggjatíðindi hevur í fleiri ár ligið undir slíkum sensuri, bæði millum land og kommunur, tó at undantøk eru, men kreftirnar, at raka blaðið hava verið sterkar.

Eitt slíkt prosjekt hevur ikki brúk fyri at verða stýrt av Jante-lóg og fordómum, fyri at verja heimastýrismafiuna, sum samfelag okkara hevur so stórar trupulleikar av.

Tá kunnu vit líkaso væl stýra uttanum, og lata Føroyar bara vera eitt rávøruland fyri tíðindir, sum ikki sleppa at verða undir sensuri av klanum, felagsskapum, ella einari sjúkari rættarskipan.

Annars ynskja vit øllum eitt gott summar.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...