Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Tá morðini skulu hava munnkurv

Oyggjatíðindi valdi í gjáramorgunin at leggja seinastu greinina í pdf-útgávuni hjá blaðnum frá 10. oktober, í samband við Pidda-gøluna, út á heimasíðuna.

Og rok kom í beinanvegin. Eitt lesarabræv varð sent út í allar miðlar, uttan sjálvandi til Oyggjatíðindir, men tað hendir, tá ávís fólk ikki tora at konfrontera blaðið beinleiðis, men mugu gera tað gjøgnum aðrar kanalir, í staðin fyri at leita sær hjálp til at vísa tolsemi og opinleika, so vilja tey hava sensur.

Vit funnu útav, at ein ávísir navngivin persónur, segði seg hava staðið fyri einari undirskriftarinnsavning við tí endamáli, at tað skuldi ikki vera loyvt at gera viðmerkingar til ávís mál, og so bleiv Pidda-gølan eisini nevnd millum onnur mál.

Boðskapurin er hesin:

Í samband við óhepnar støður sum drápsmálið við Marknalíð, drápsmálið í Hvalba, málið um Pidda, sjálvmorð, ferðslu- og arbeiðsvanlukkur osfr., so eggja flestu portalar í Føroyum fólki at viðmerkja undir greinunum, hóast hesar viðmerkingar ikki gagna greinini á nakran hátt, men einans raka tey avvarðandi.

Vit eru sostatt ein bólkur (tvey fólk, blaðst.) av avvarðandi, sum hava tikið stig til eina undirskriftainnsavnan í vónini um, at portalar í Føroyum broyta hugburð og virða góðan fjølmiðlasið.

Men ein løgfrøðislesandi hevði hesa viðmerking:

Tað er munur á, at sína viring og at royna at fjala vitan. Tá fólk eru stýrd av kenslum so eru tey sjálvdan rationel og hugsa ikki serliga langt, tá er ofta gott at geva teimun eina hjálpandi hond, so at tey einki býtt siga, uttan at hugsa seg um. Hetta kan gerast við at fjerna møguleikan at vidmerkja. 

Um fólk hava vitan sum tey halda skal fram kunnu tey evt. skriva eina grein ella kontakta onkran sum kan skriva fyri tey, skrivar tann lesandi.

Tað kom fram, at bólkurin, sum tók stig til hesa áheitan var tann, ið skrivaði áheitanina, sum váttaði at ein dóttur Pidda var partur av hesum. Tað var so tað.

Hesi vildu hava fólk at virða tey avvarðandi, men vit vita, at júst í Pidda-gøluni, segði mamma Pidda í almennari SvF sending, at hon føldi seg ikki hava fingið sannleikan at vita um sonin, og tað eru tað fleiri onnur í familjuni, ið heldur ikki siga seg hava fingið. Fleiri av teimum hevur blaðið verið í samband við.

Familjan vil hava sannleikan fram um Pidda, og tað vilja vit hjálpa teimum við.

Longri er tað ikki.

Men soleiðis er, tá morðini skulu hava munnkurv.