Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: USA og Obama eitt vónbrot

Flogfarið hjá forsetanum í Bolivia, Evo Morales, fekk boð um at broyta farleið og varð noytt at lenda í Eysturríki, tí illgruni var um, at Edward Snowden, var umborð. Tað vóru Frankaríki og Portugal, sum forðaðu fyri at flogið varð gjøgnum teirra loftrúm, og tvingaðu flogfarið at lenda í Wien.

Tað, sum bara ikki hongur saman er, at flestu londini í Europeiska Samveldinum (EU), hava tosað við stórum stavum, tá Snowden umvegis týska blaðnum, Der Spiegel, avdúkaði, at USA njósnaðist í mót flestu londum í Europa.

Flestu londini hava tí kravt eina frágreiðing frá amerikanarum. Forsetin hevur sagt lítið og onki, men Obama, gjørdi sum kettan, vendi sær í fallinum, og megnaði at hótta øll lond, sum umhugsaðu at geva Edward Snowden friðskjól.

Sjálvt Putin legði seg flatan fyri hóttanunum, og seinast Portugal og Frankaríki.

Somu lond, sum alment hava funnist at njósningini hjá USA, hjálpa nú njósnaralandinum. Er tað so ikki uppá tíðina at USA kemur uppá handan terrorlistan?

Danskir miðlar undraðust yvir, at Snowden ikki hevði søkt um friðskjól har, men tað skal ikki stórt tankagóðs at fata hví. – Danmark kundi nevniliga funnið uppá at givið Snowden friðskjól, men hevði so eisini bara vent manninum í floghavnini, og sent hann til amerikansku vinirnar hinumegin jarðarknøttin.

Tað, sum er so ómetaliga undarligt er, at Amerika má metast, sum tað landi í heiminum, har frælsi birtist í vøgguni, og tá Obama gjørdist forseti birtist aftur vónin um nakað stórt, nevniliga, at tey littu eisini kundu blíva forsetar, sum bendi á, at nú var tolsemi og virðing nakað, sum taldi í USA.

Obama var avhildin, sum forsetavalevni. Hann kundi sameina allan heimin, sum afturfyri vísti manninum stóra samkenslu, tí hann var ein góður røðari, hevði tær bestu grundgevingarnar, og mest av øllum, sýntist sum ein persónur, sum vildi langt á frælsisleið fyri mannaættina.

Men nei. Soleiðis er ikki í dag. Obama hevur ferð aftaná ferð víst seg at vera ta øvugta av tí, hann vildi hava onnur at trúgva um seg. Hann letur sokallaðu dron-flogførini leita upp og drepa fólk uttan rættarsøk í fremmandum londum, og uttan loyvi.

Hann lovaði at lata fongslið aftur í Cuba, har fangar sita og verða píndir uttan dóm, og tað klæðir als ikki USA. Og so kom hatta við Snowden, sum ikki ger annað enn at fortelja heiminum um, at hansara egna land, er ikki so lýtaleyst, og at USA eisini njósnast í EU og í útvaldum europeiskum londum, tó at hesi lond eru sameind í krígnum um terror.

Tí er USA og Obama eitt vónbrot.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

 ------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...