Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ofta eru tað eldsálir, ið skulu ganga á odda

Segði landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, m.a. í røðuni í samband við 35 ára dagin hjá Eirargarði.

Í gjár var móttøka í sambandi við, at tað vóru 35 ár síðan at fyrstu búfólkini fluttu inn á Eiragarð. Annika Olsen, landsstýriskvinna helt í hesum sambandi hesa røðu:

Góðu búfólk, starvsfólk, foreldur og avvarðandi, Almannaverkið, góðu tit, sum eru komin saman her í dag

Hjartaliga til lukku við 35 ára føðingardegnum!

Nógv vatn er runnið í ánna hesi 35 árini, síðan fyrstu búfólkini fluttu inn í Eirargarð. Menningin hevur verið stór - bæði í samfelagnum sum heild, og í mun til umstøður hjá tykkum, ið búgva her á Eirargarði og onnur, sum hava tørv á hjálp og stuðul í gerandisdegnum.

Fá orð kunnu lýsa, hvussu nógv føroyska samfelagið hevur flutt seg seinastu áratíggjuni, tá ið tað kemur til viðurskiftini hjá fólki við menningartarni. Áðrenn Eirargarður varð bygdur, var einasti møguleiki hjá foreldrum og avvarðandi, sum ikki høvdu umstøður til at hava børn síni búgvandi heima at senda tey av landinum. Ongir bústaðarmøguleikar vóru í Føroyum, og fáar ella ongar tænastur til børn og vaksin við menningartarni, ella øðrum avbjóðingum.

Eg kann ikki lata vera við at nevna grípandi og lívsjáttandi bókina, “Jana – eitt hjartabarn”, sum eg rokni við, at tit øll kenna. Søgan um Janu er ikki bara søgan um Janu, men eisini søgan hjá Javna og tað stríð, sum fleiri foreldur at børnum við menningartarni, hava lagt fyri dagin og lýsir søgan eisini søguna rundanum Eirargarð

Tá ið Eirargarður varð tikin í nýtslu í 1980, var hetta hin fyrsti – stovnurin í Føroyum, sum er bygdur til fólk við menningartarni. Jana var tann fyrsta, sum flutti heimanífrá og inn í Eirargarð at búgva.

Má siga, at tær samrøður, sum eg havi havt við tykkum bæði Helena og Hanus og teg Diana – hava givið mær innlit í lívssøguna hjá fólki við serligum avbjóðingum og støðuna, sum tit hava verið og partvíst enn eru í. Tað er ikki sørt hjartanemandi at hoyra, hvussu tit sum familjur umframt dagliga strevið og stríði veruliga taka tykkum stundir til at taka tykkum av tykkara kæru.

Tá Eirargarður varð bygdur, varð tosa um, at hetta var ein ov stórur stovnur, samstundis sum hann er bygdur í sjúkrahús-umhvørvinum, sum ikki var í trá við hugsanina um normalisering og integrering og at fólk við ymsum lívsstøðum og avbjóðingum búgva lið um lið. Tó hava royndirnar víst, at tað eru fleiri, sum hava trivist ógvuliga væl her á Eirargarði, og hava ynskt at sleppa at vera búgvandi her. Og nú í næstum verður farið undir eina tilgongd at umvæla og nútímansgera Eirargarð, soleiðis at bústaðirnar fara at liva upp til tey krøv, sum vit seta í dag. Hetta fegnist eg um.

Í 2012 fingu vit ein orðaðan bústaðarpolitikk, har aðalmálið er, at rúm skal vera fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum borgarum skulu síggjast aftur í innrættingunum, sum verða gjørdar. Bústaðir skulu byggjast til endamálið og bústaðarpolitikkurin stuðlar undir inklusión – at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva saman, lið um lið.

Tá ið vit byggja eitt nú vardar bústaðir, byggja vit nógv meira enn ein bygning. Vit byggja eitt heim til tey, sum her skulu búgva. Ein bústaður er nakað fysiskt. Eitt heim – hinvegin – er ein kensla. Bústaðurin er eitt neyðugt uppihaldsstað, meðan heimið er eitt stað, har tú ynskir at uppihalda tær. Heimið er tann trygga havnin, har tú sleppur at vera tú og staðið, har tú kennir ábyrgd og hevur avgerðarrætt.

Hvussu skapar tú eitt heim? Hvussu fært tú fram hesa kensluna av, at hesin nýggi bústaðurin er títt nýggja heim, og ikki bara ein nýggjur bústaður?

Skal hetta eydnast, er neyðugt, at allir partar samstarva og eru við í allari tilgongdini. Hetta eru bæði viðkomandi fakfólk, myndugleikar, brúkarar, avvarðandi o.o. Har tað ber til at samansjóða arkitektur við endamálinum, sum bygningurin skal loysa, so tað ytra og tað innihaldsliga ganga hond í hond - ja, tað er ein fortreyt fyri, at slóðbrótandi ætlanin innanveggja yvirhøvur letur seg gera.

Hóast glottar eru at hóma, og vit hava nátt nógv hesi 35 árini, mugu vit samstundis ásanna, at framvegis er langt á mál. Tað góða er, at vit hava lært eina rúgvu, og fingið nógvar royndir við okkum á vegnum, sum vónandi bara kunnu betra um tær komandi bústaðirnar.

Tá ið mál eru nádd, mugu vit sjálvandi altíð seta okkum nýggj mál, og tað eru eisini ein long røð av kørmum og korum, sum enn tørvur er at bøta um - og sum tað liggur mínum hjarta nær at fáa broytt. Tí fegnist eg um, at vit nú eru farin undir at leggja eina strategi fyri, hvussu vit fáa nøktandi bústaðarviðurskifti til fólk við serligum tørvi kring Føroyar. Lat meg siga sum er, nú er túrurin komin til útbyggja og nútímansgera bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum í høvuðsstaðnum.

Eirargarður skal umvælast og nútímansgerast. Byggjast skulu búfelagsskapir til fólk við menningartarni og við sálarsjúku. Farið er undir fyrireikingar til at byggja ein depil við búplássum, umlættingarplássum og frííðtarilboðum skal byggjast til børn og ung við autismu. Farast skal undir at byggja sambýli til fólk við menningartarni.

Eg havi ógvuliga stóra virðing fyri arbeiðinum, ið tit í Javna og aðrar eldsálir leggja fyri dagin. Tað eru ofta tit sum áhugabólkar, sum vísa vegin og fyrst og fremst eru jarnbrotið fyri teimum framstigum, sum eru gjørd við at betra um korini og karmarnar hjá fólkum við menningartarni.

Tað hevur týdning, at vit sum myndugleikar áhaldandi vera mint á, at vit kunnu gera tingini betur, og at vit kunnu røkka longur. Leikluturin hjá Javna í at skapa mennandi umstøður fyri fólk við menningartarni kann á ongan hátt yvirmetast.

Eg fari tí at veita eina serstaka tøkk til tykkara, sum áhaldandi hava arbeitt fyri at fáa nøktandi bústaðarviðurskifti til fólk við menningartarni. Uttan tykkara góða stríðsvilja og at tit vístu leiðina, høvdu vit ikki fingið gongd í hesa byggingina. Ofta eru tað eldsálir, ið skulu ganga á odda fyri at fáa tingini at flyta seg.

Eg fari eisini at takka brúkara og avvarðandi ráðið á Eirargarði fyri tykkara leiklut og engagement at tryggja búfólkunum best møguligu umstøður. Og til starvsfólkini, fari eg at takka fyri, at tit hvønn dag gera tykkara til, at búfólkini trívast í heimligum umstøðum her á Eirargarði. Tit hava ein týðandi leiklut bæði fyri búfólkini, tey avvarðandi og samfelagið sum heild tað eri eg takksom fyri.

Eg fari við hesum fáu orðum at ynskja búfólkunum, foreldrum og avvarðandi, og starvsfólkunum hjartaliga til lukku við 35 ára føðingardegnum og ynskja øllum ein blíðan byr frameftir.

Takk fyri!

Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum