Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Og gloym ikki listarkvotur og súrevnisgjald

Nýskipanarnevndin hjá Fiskimálaráðnum mælti frá at brúka orðingina ‘ogn Føroya fólks’ sum part av komandi lóggávu um fiskivinnuna — ei undur í, so leingi vit ikki hava gjørt okkum nærri tankar um viðurskiftini kring luft og list. 

Aftan á allan tann hurlivasa um hugtøk sum í fleiri Harrans ár hevur ørkymlað føroyskt orðaskifti um fiskivinnustýring, og sum nú kann hava nátt sítt hæddarpunkt, kom tó álitið frá tí sonevndu Nýskipanarnevndini og stoytti eina stóra spann av køldum vatni á hesa annars glóðheitu plátu. 

Í álitinum, sum nevndin legði fram alment í oktober í farna ári, verður í kapitli um “Ogn Føroya fólks” staðfest fylgjandi: “Eitt av høvuðsmálunum við nýskipanini er sambært arbeiðssetninginum at tryggja: ‘at livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindir Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og eru varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini.’ 

Men síðani verður lagt afturat: “Livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindir Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, hava eitt virði fyri føroyska samfelagið. Nevndin metir at lóggávan eigur beinleiðis at áseta hvussu hetta virðið skal koma føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini til góðar. Hetta eigur at verða skipað við beinleiðis regulerandi ásetingum í lóggávuni og ikki við orðingum um ogn Føroya fólks, sum ikki í sjálvum sær staðfesta nakra rættarstøðu ella skyldur sambært lóggávuni. 

Nevndin mælir til at orðingin um ogn Føroya fólks verður tikin úr lógartekstinum, og at endamálið við umsitingini av livandi tilfeinginum heldur verður tikið upp og neyvari lýst í viðmerkingunum til lógina. Í staðin mælir nevndin til at regulerandi ásetingar verða settar í lóggávuna, har ítøkilig støða verður tikin til hvussu rætturin at gagnnýta tilfeingið verður skipaður, og hvussu virðið kemur samfelagnum til góðar. Nevndin mælir til at gildistíðin á brúksrættindunum verður ásett í nýggju fiskivinnulóggávuni.” 

Alskyns góðbitar 
Ger so væl. Nevndin fer ikki út í nakra sjóforkláring um hví hon metir at júst ein orðing sum ‘ogn Føroya fólks’ er óheppin í hesum høpi. Tann frágreiðing hon gevur er uttan iva nøktandi í samanhanginum. 

Men set fyri at vit fingu ein veldigan uppgang innan málningalist sum vinnu, í sovorðnan mun at listarfólk og galleristar og onnur tóku at ríka seg upp og fingu so nógv virksemi at tey máttu seta fleiri og fleiri fólk í starv at gera alt møguligt herundir at mála listarverk.  

Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2017/02/listarkvotur-og-surevnisgjald.html#more