Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oil Conveyor fingið patent í USA

Tíðindaskriv frá Faroe Maritime Technic:

Nú er eydnast Faroe Maritime Technic í Vági at fáa patent í USA upp á oljuskiljaran, sum Kaj Joensen uppfann fyri nøkrum árum síðani, og sum longu hevur víst, at skiljarin roynist sera væl.

Oil Conveyor, sum oljuskiljarin kallast, hevur longu frammanundan patent í Europa og nøkrum londum aftrat, og nú patentið í USA eisini er komið upp á pláss, tryggjar tað Faroe Marine Technic, at onnur ikki kunnu koma á marknaðin við eini eftirgerð av skipanini.

Oil Conveyor-skipanin virkar upp á tann mátan, at eitt flutningsband niðri í kjølinum á skipinum koyrir alla tíðina, so oljan so hvørt verður tikin úr kjalarvatninum og pumpað í eitt settlings-rør, har olja og vatn verða skild sundur. Tað reina vatnið fer so aftur í kjølin og oljan í spilloljutangan.

Faroe Maritime Technic steðgar tó ikki her, tí arbeitt verður við eisini at fáa patent upp á eina aðra uppfinning hjá Kaj Joensen, sum kallast Sludge Dewatering Separator. Hetta er ein skipan, ið tekur vatnið burtur úr slamminum, sum kemur frá sentrifugum umborð.