Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ókeypis at vera á G! til kl. 16.00

G! Festival bjóðar eins og í fjør øllum føroya fólki ein brellbita av festivalinum, og letur hurðarnar upp frá kl. 12 -16.00 allar dagarnar.

Frá tí at festivaløkið letur upp kl 12 og til kl 16, allar dagarnar, kunnu øll, eisini tey uttan atgongumerki, koma á festival.

“Vit eru sera spent at vísa tiltakið fram fyri øllum føroya fólki, eisini teimum, sum ikki hava atgongumerki. Tí bjóða vit øllum vælkomnum innar frá kl 12 og til formliga skráin byrjar kl 16. Vit hava framførslur og mangt annað á skránni frá kl 12. Hetta riggaði ótrúliga væl í sólini í fjørt, sigur Rasmus Borðoy, talsmaður fyri festivalin.

-Tú kanst uppliva matstovu á sjónum, pottar og saunu, festivalkirkjuna, glað fólk og hugnaligu bygdina. Á spildurnýggja pallinum Grótíð, ið liggur á Torginum verða live framførslur og chillaður tónleikur frá diskarum, sum übernørd, Palov og Neuph. Stjórastovan verður karmur um filmsýningar og tiløk, eisini áðrenn kl 16 sigur Rasmus Borðoy.

Børn til og við 12 ára aldur hava ókeypis atgongd til allan festivalin aftur í ár og ber tí til eisini hjá eitt nú mammum og pápum og/ella ommum og abbum, ið ikki hava festivalarmband at fara í víkingabýin, har børnini kunnu royna at liva og stríðast sum víkingar. Hvønn dag byrjar barnatiltakið við einum stórum víkingabardaga. Børn og vaksin eru sjálvandi vælkomin at koma ílatin sum víkingar. Víkingabýurin er opin:

hósdag 17-20.00

fríggjadag 12-17.00

leygardag 12-17.

So kom og vitja á G!. Minst bara til, at eftir kl.16 hvønn dag er neyðugt at hava armband, fyri at vera á festivaløkinum.