Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ókeypis gullbussar til Runavíkar

Í sambandi við at nýklaktu føroyameistararnir úr HB leygardagin fara til Runavíkar eftir FM-steypinum bjóðar Tórshavnar Kommuna øllum HB-fjepparum og øðrum borgarum ókeypis bussferð til dystin hjá HB móti NSÍ við Løkin í Runavík.

Tað verða reyðu býarbussarnir, sum koyra til dystin. Farið verður frá Svimjihøllini í Gundadali klokkan 12.30 leygardagin. Dysturin byrjar klokkan 14.

Eftir medalju- og steypahandan í Runavík fylgjast bussarnir við HB-fjepparum og bussurin við HB-hópinum til Havnar, har leiðin gongur beint oman á Vaglið, har Tórshavnar Kommuna kl. 18.30 skipar fyri móttøku uttan fyri ráðhúsið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ber fram røðu og heilsar HB, sum í ár hevur tryggjað sær sítt 22. meistaraheiti, og formaðurin í HB og umboð fyri spælarar fara eisini at siga nøkur orð. Undir móttøkuni fer Havnar Hornorkestur at spæla.

Eftir móttøkuna hevur Tórshavnar Kommuna bjóðað øllum HB-hópinum, nevndum og øðrum hjálparfólkum í HB til døgurða í Mullers Pakkhúsi.