Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara land

Hetta er okkara land.

Men kunnu vit missa tað?

Ja, tað kunnu vit um vit ikki nýta okkara rætt til at útinna okkara sjálvstýri. 

Henda rætt er Nýggja Sjálvstýri farið til val uppá at tryggja okkum, og tað er í tøkum tíma.

Tað ríki, vit eru saman við, heldur ikki tann sambandssáttmála, sum tað hevur gjørt við okkum. Eitt er, at tað leggur upp í okkara innanhýsisviðurskifti við at blaka okkum tann válgarabita, sum danskur stuðul til løgting og landsstýri og teir flokkar, sum søkja danir um at fáa fíggjað sítt virksemi, í veruleikanum er. 

Verri er, at danir eisini bróta sáttmálan teir hava gjørt við okkum við at fara upp í ólóglig kríggj beinleiðis ímóti okkara vilja. Hetta gjørdu teir tá teir fóru í kríggj ímóti Irak í 2003. Tað at leggja á eitt annað ríki er grovasta brotsverk, ið yvirhøvur kann hugsast. Revsingin kann gerast ræðulig. Hetta fingu týskarar sviðan av, eftir at teir í 1941 løgdu á Russland. Tíbetur fingu teir ikki Danmørk at lýsa Russlandi kríggj, men høvdu teir fingið teir við, so kundu vit havt livað handan jarntjaldið eina hálva øld, tí sum áleyparar høvdu vit ongan rætt havt. 

Enn eru vit ikki hersett av fíggindum Danmarkar, men av tí ágangi, sum Danmørk hevur framt í Miðeystri og Afrika, noyðast milliónir av fólki at flýggja til Europa, og nú skulu hesi fólk setast niður í øllum ES. At Danmørk sleppur undan at taka móti sínum parti av hesum flóttafólkum er óhugsandi. 

Men hevði Danmørk hildið sáttmálan við okkum, vóru vit ikki komin í hetta kríggj. Tingini í Føroyum og Grønlandi samtyktu nevnliga, at vit ikki skuldu fara í kríggj uttan ST-samtykt, og hon var ikki gjørd.

Tá toftamenn verða noyddir at taka sín part av flótytafólkunum, so er tað tí, at Danmørk ikki hevur hildið tann sáttmála, sum tað hevur við okkum um at vit skulu hava sjálvstýri og vera við til at avgera um ríkini bæði skulu fara í kríggj.

Tað er hetta sáttmálabrot, vit ikki vilja lata okkum lynda, og tí skulu vit hava alt tað sjálvstýri, vit hava rætt til. 

Zakarias Wang