Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara stjórnarskrá

Tað er eyðsæð, at vit ikki kunnu seta í gildi eina stjórnarskrá (grundlóg), sum er í andsøgn við ta, sum er galdandi í ríki okkara.

Men hvør stjórnarskrá er galdandi í okkara ríki?

Summi føra fram, at talan her er um stjórnarskrá Danmarkar ríkis (Danmark riges grundlóg) sum gjørdist stjórnarskrá í Danmarkar ríki 5. juni 1849.

Hvussu kann henda danska stjórnarskrá verða vorðin okkara?

Tað er sera einfalt. Tað sum skuldi til, var at stjórnarskráargevandi valdið í ríki okkara kom saman og samtykti at vit vóru ein partur av kongsríkinum Danmørk, og at stjórnarskrá Danmarkar tí var okkara stjórnarskrá.

Tað var danska stjórnin, sum hevði skyldu til at kalla hægsta vald í ríki okkara saman til fundar, men hesari skyldu slepti hon sær undan, og tí er okkara stjórnarskrá tann, sum stjórnarskráarásetandi myndugleikin í ríki okkara samtykti 7. august 1661. 

Henda stjórnarskrá er einki loyndarmál. Hon varð prentað á upprunamálinum, donskum, í “Aarsberetninger fra Det Kongelige Geheimearchiv, indeholdende Bidrag til dansk Historie af utrykte Kilder, udgivne af C. F. Wegener, andet Bind, Kjøbenhavn 1857-60.” Harumframt var henda stjórnarskrá prentað á síðunum 91-94 í teirri føroysku týðingini, sum Valdemar Dalsgaard gjørdi, og sum er at síggja í bókini “Føroyar á vegamóti”, sum kom út í 1999.

Tað, sum hendi í 1661, var at hægsta vald í ríki okkara – umboð fólksins í Noregs ríki – kom saman sum stjórnarskráargevandi myndugleiki. Hesi umboð høvdu alt vald í hondum sínum. Tað tey samtyktu, gjørdist stjórnarskrá okkara. Har varð ásett, hvussu skuldi vera við tí lóggevandi, útinnandi og dømandi valdinum. Hesin hægsti myndugleiki kundi avgera hetta, tí tað var hann, sum í veruleikanum hevði hetta vald. Nú gjørdi hetta hægsta umboð okkara av, hvussu valdið kundi umsitast á bestan hátt. Tey komu saman í Oslo og samtyktu hesa stjórnarskrá 7. august 1661, og tí er hon dagsett hendan dag. Men ríki okkara var stórt, og tí var neyðugt at senda eitt skip út í hav við avritum av stjórnarskránni fyri at tryggja, at full undirtøka var fyri henni. Íslendingar skrivaðu undir í Kópavági 28. juli 1662, og føroyingar 14. august sama ár í Tórshavn. Enn seinni gekk at fáa aðrar partar av Noregs ríki við. Samarnir viðurkendu ikki stjórnarskránna fyrr enn teir tóku við kristnari trúgv og gjørdust partar av norsku kirkjuni. Sama var í Grønlandi, har teir eftir 1721 gjørdust limir í kirkjuni og fóru at biðja fyri kongi eins og allir aðrir innbornir Noregs menn. 

Henda stjórnarskrá er í mongum lutum einsljóðandi við ta, sum samtykt var í hinum ríkinum í realuniónini, Danmørk. Eins og har var okkara stjórnarskrá í fleiri ymsum frábrigdum, sum tó eru partar av einum felags frymli. Í Danmørk eru trý eintøk, eitt sum er undirskrivað av aðalsmonnum, eitt av prestum, og eitt av borgarum. Í Noreg eru fimm eintøk. Eitt er undirritað av aðalsmonnum, eitt av prestum, og eitt av borgarum og bóndum, og so er eitt, sum er undirritað av íslendingum, og tað síðsta er undirritað av føroyingum.

Taka vit ta føroysku versiónina, so sigur hon soleiðis:

"Vit undirritaðu tænarar, íbúgvar og tegnar í Føroyum hjá okkara allarnáðigasta harra, tí valdmesta, háborna fúrsta og harra, Fríðriki III, kongi Danmarkar, Noregs, venda og gota, hertoga í Slesvík, Holstein, Stormarn og Ditmarsken, greiva í Oldenborg og Delmenhorst gera kunnugt fyri okkum og okkara arvingum og eftirkomarum, at av tí at okkara hávirðiliga nevnda hátign við serligari samtykt av øllum teimum donsku og norsku stættunum, sum er løgd afturat teirra arvahyllingareiði, hevur fingið lýst og staðfest sínar hátignar arvarættindi bæði til kals og konu umframt fullkomið einavaldsstýri, so hava vit, sum trúgvir og lýdnir tegnar hjá hansara hátign, sum eisini viðurkenna, at hansara hávirðiliga nevnda hátign ikki minni fyri at verja okkum enn aðrar av tegnum sínum við størsta dirvi og hygnum fyriliti hevur vágað og sett inn síni arvafúrstadømi og lond, sítt kongliga hús, húsfólk og kongliga persón. Og eisini fyri ta vælferð og trygd, vit Guði fyri at takka harvið hava fingið og njóta, halda vit okkum ikki hava minni skyldu at vera hansara kongligu hátign takksamir enn aðrir av tegnum kongs, og tí hava vit eyðmjúkliga hildið tað ikki vera nóg mikið, at vit við størstu frøi og fragd hava fingið at vita, at henda samtykt er boðin og givin, men vit hava hildið tað vera okkara hægstu skyldu í allari eyðmýkt at taka undir við hesi samtykt. Tí staðfesta og vátta vit allir hvør í sínum lagi saman við hinum trúgvu tegnum hjá hansara kongligu hátign við hesum okkara opna brævi hansara hægstnevndu kongligu hátign sum fullkomnum fullveldis- og arvaharra, hansara arvarættindi til Føroya og tær oyggjar, ið liggja undir Føroyum, eins og øll hátignarrættindi, einavaldsstýri og alt kongsvald, sum stættirnar í Danmørk og Noregi í fyrr nevnda sáttmála hava latið hansara kongligu hátign og hansara hátignar skilgitnu lívsarvingum og eftirkomarum til kals ella konu, so leingi nakar teirra er á lívi. 

Hervið siga vit tí frá okkum okkara vegna, arvinga okkara vegna og eftirkomar okkara vegna alt tað, sum í okkara fyrru serrættindum, landslóg, lóg og ordinantsi kann finnast at stríða ímóti jura majestatis ella tykist vera ímóti hesum arvarætti, fullveldi ella einavaldsstýri.

Vit lova og tilsiga fyri okkum og okkara arvingar og eftirkomarar, at vit sambært okkara gjørda arvahyllingareiði og skyldum hansara kongligu hátignar eins væl og lívsarvingar og skilgitnar eftirkomarar til kals og konu hjá hansara kongligu hátign við hesum teimum givna einarætti ímóti einum og hvørjum at handhevja og verja, lív, æru, góðs og blóð við tí kongliga húsinum at vilja seta í vága og frá hesi okkara ásetan ikki at víkja á nakran hátt, tíansheldur við nakrari undanførslu, hvat navn hon enn man hava, finnast at ella gera okkum inn á hesi teimum við eiði handaðu rættindi, sum í besta formi eru veitt hansara kongligu hátign og skilgitnu lívsarvingum hjá hansara kongligu hátign, eins lítið og vit vilja vera við í nakrari fjøld, har talað ella handlað verður herímóti, men so mikið meir, um slíkt ímóti vónum okkara skuldi komið fyri, skulu vit uttan at gera mannamun siga okkara allarnáðigasta harra og kongi frá hesum.

Av tí at hansara kongliga hátign av serstakligari kongligari góðvild og náði hevur boðað frá, at frumburðarrætturin skal fáast í lag í Noreg eins væl og í Danmørk sambært teirri kongligu arvaraðsregluni og ríkini bæði ikki skulu fara frá hvørjum øðrum ella nakað av teimum limast sundur, meðan hinir skilgitnu lívsarvingar og eftirkomarar hjá hansara kongligu hátign skulu fáa eina ávísa árliga peningaupphædd, so teir kunnu liva eitt sámuligt lív, og Noregs eins og Danmarkar ríkis trygd og verja eru til hansara kongligu hátignar skilgitnu lívsarvinga og eftirkomara skilgitna avkoms náðigu dispositión aleina sett og eftirlatið: so leggja vit til hansara hátignar egna náðiga vilja ikki bert at avgera, hvussu stýrið skal fyriskipast, men eisini hvussu arvaraðið á bestan hátt kann skipast bæði til kals og konu eftir andlát (sum Guð almáttugur leingi forði), eins og kongur eisini skal gera av, hvussu gerast skal, um onkur av hansara hátignar skilgitnu lívsarvingum og eftirkomarum í framtíðini skuldu fingið stjórnarvaldið, hóast teir eru undir lógaldur. Henda regla og síðsti vilji skal vera okkum, okkara arvingum og eftirkomarum sum ein grundlóg og almenn fyriskipan og av okkum í øllum lítillætni við øllum sínum greinum sambært teirri við eiði av okkum longu vátttaðu arvahylling, verða eftirkomin, so at hansara kongliga hátign og hansara skilgitnu lívsarvingar og eftirkomarar og skilgitnu eftirkomarar hjá hansara kongligu hátign ikki á nakran hátt, hvørki loyniliga ella opinberliga, skulu verða órógvað í ognini av teirra arvastýri av okkum ella okkara arvingum ella eftirkomarum, men nógv heldur imóti einum og hvørjum, hvør tað enn kundi verið, útlendskur ella innlendskur, sum ímóti hansara kongligu hátign, hansara kongligu hátignar skilgitnu arvingum ella eftirkomarum, eins væl og hesum ofta umrødda arvarætti skuldu handla ella tala, við lívi og levnað, góðs og blóði trúliga at handhevja og verja, frá hvørjari skyldu okkum og okkara eftirkomarum einki vinalag, ei heldur fíggindaskapur, ótti og vandi, gagn og skaði, hatur, øvund ella nakrar menniskjaligar snildir og orsøk í minsta máta skulu frávenda. 

Hetta, sum frammanfyri er skrivað, skal haldast og eftirkomast í øllum sínum greinum og ásetingum av okkum øllum, eins væl og av okkara arvingum og eftirkomarum uttan nakað fals og svikalist. Tess til váttanar og eyka trygd hava vit undirskrivað hetta við okkara egnu hondum og váttað hetta við okkara innsiglum.

Hent í Føroyum í Tórshavn á settum løgtingi tann 14. august ár 1662."

Hetta setta løgtingið er ikki komið saman sum eitt vanligt løgting, og stendur tí einki í løgtingsbókini um henda fund. Tey, ið har koma saman eru har sum partar av hægsta valdi í Noregs ríki fyri at geva ríkinum hesa nýggju stjórnarskránna.

Tað, sum tí fer fram her, er at vit sum norskir tegnar geva Noregs kongi, sum eisini er kongur Danmarkar, einveldi. Hann fær sostatt alt lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Vit velja kongin Fríðrik III til okkara kong, hylla hann og áseta, at hann sjálvur kann gera av hvør skal arva kongskrúnuna. Tað einasta, sum hann ikki sleppur at gera, uttan at vit aftur skulu koma upp í leikin, er at slíta sambandið millum Noreg og Danmørk ella at deila Noregs ríki sundur í fleiri ríki.

Hetta var mikið vald at geva einum manni. Hvat um kongur, tá nøkur ár vóru fráliðin, segði nei takk til at hava valdið?

So var valdið sjálvandi aftur í hondunum hjá okkara hægstu umboðum. So skuldu umboð okkara saman við umboðum fyri hinar tegnar kongs taka støðu til hvussu tað vald vit hava skal útinnast.

Kongur tók tó við hesum valdi í 1661, men 22. mars 1848 segði tann kongur, sum tá var, at hann ikki longur skoytti um at útinna tað vald, sum hann hevði fingið. 

Eitt gamalt orð sigur, at sendiboð hevur frítt at fara. Í 1662 komu sendiboð til okkara, men nú í 1848 komu eingi. Danska stjórnin legðist á boð kongs um at hann hevði hevði latið tað vald aftur til okkara, sum vit høvdu givið honum heimild at útinna okkara vegna, og at vit tí skuldu velja umboð til okkara stjórnarskráarveitandi samkomu at fáa okkum eina nýggja stjórnarskrá.

Til vit fáa hesi boð, er stjórnarskráin frá 1661 galdandi.

Ein og hvør, sum lesur hana, sær at um kongur ikki vil ráða, eru tað vit innbornu, sum hava alt valdið og rætt at stýra øllum viðurskiftum í ríki okkara.

Avtaka vit okkara galdandi stjórnarskrá við at gera donsku stjórnarskránna til okkara, missa vit tann rætt vit hava til at stýra okkara egnu viðurskiftum og geva dønum hann.

Zakarias Wang