Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Carita Bjørklund og lestrarfelagir hennara úr Danmark: Úr vinstru eru tær Hanne Nissen, Keypmannahavn, Hanne Stauning, Lyngby, Anne Marie Nielsen, Gilleleje, Elly Marie Jensen, Valby, Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, og Carita Bjørklund.

Okkum manglar ein góðan familjupolitikk

Í ár eru 40 ár liðin, síðan fyrrverandi forkvinnan í Pedagogfelagnum, Carita Bjørklund, var útbúgvin pedagogur. Og nógv er broytt hesi 40 árini.

Skrivað hevur: Grækaris D. Magnussen - PRESS

Í ár eru 40 ár síðan Carita Bjørklund tók prógv sum pedagogur. Hon las í Keypmannahavn. Útbúgvingin varð júst broytt frá tveimum til trý ár. Í farnu viku vóru fýra av hennara floksfeløgum og vitjaðu Caritu Bjørklund í Føroyum. Her hátíðarhildu tær fimm hesi 40 árini.

“Tær eru allar givnar at arbeiða, tí tær megnaðu ikki meira. Ein teirra er fyritíðarpensjónistur. Hetta sigur mær nakað um, hvussu strævið okkara arbeiði er. Nógvur larmur er í vøggustovum og barnagørðum, og tað kann eisini vera strævið á annan hátt. Eg eri tann einasta av okkum fimm, sum framvegis arbeiði. Og eg megni heldur ikki at arbeiða fulla tíð,” sigur Carita Bjørklund.

Eftirlønarviðurskiftini hjá donskum pedagogum eru nógv betri enn í Føroyum. Fyrrverandi floksfelagarnir hjá Caritu Bjørklund hava t.d. eina góða tænastumannalíknandi eftirløn.

“Og tær eru væl nøgdar við sína eftirløn,” sigur Carita Bjørklund.

Pedagogfelagið bjóðaði drekkamunn hósdagin í farnu viku í sambandi við tey 40 árini, síðan tær fimm vinkonurnar tóku útbúgving sum pedagogar.

Barnagarð í skóginum

Fyrstu árini eftir loknað útbúgving starvaðist Carita í ymsum barnagørðum. “Fyrstu tíðina arbeiddi eg í einum integreraðum barnagarði fyri børn úr 0 til 10 ár. Tað vil siga, at vit fyldu teimum øll tey fyrstu 10 árini,” sigur Carita Bjørklund. Og tað var tíðin, har alt bar til. Hetta var partur av 68-ættarliðnum, pedagogarnir gingu í violettum ella appilsinlittum hálsturrikløðum og ryggsekki. Tað sást langan veg, hvørji tey vóru.

“Alt var so líkatil. Pedagogarnir stóðu og royktu í garðinum, meðan børnini runnu íkring, og tað kundi eisini verða roykt inni. Soleiðis vóru tíðirnar bara tá, og vit tóku mest sum bara ein dag í senn. Tað var ikki sum í dag. Nú verður lagt so væl til rættis langt fram í tíðina, og tað er bara gott,” heldur hon.

Hon arbeiddi eitt skifti í einum, sum tá varð rópt “útflytarabarnagarði”. Tey hittust øll tíðliga um morgunum, pedagogar og børn. So fóru tey við bussi út í ein skóg.

“Vit fluttu børnini frá asfaltinum inni í Keypmannahavn og út í náttúruna uttan fyri býin. Har høvdu vit eina lítla skótasmáttu. Har vóru vit so allan dagin. Vit gingu túrar, svumu í einum vatni, klatraðu í trøðunum, hentaðu soppar, sum vit ótu.

Dagurin var langur, einar 12 tímar. Men har var onki, sum órógvaði okkum. Tað var ein ógvuliga góð tíð fyri bæði børn og vaksin,” sigur Carita Bjørklund.

Forkvinna í Pedagogfelagnum

Í 1980 flutti Carita Bjørklund heim til Føroya, og árið eftir byrjaði hon at arbeiða í vøggustovuni á Lútzenstrøð. Seinni fór hon í barnagarðin á Kommansmýrði. Upp aftur seinni arbeiddi hon millum annað á stovni á Norðastahorni og á Velbastað.

Høn gjørdist eisini vikin á fakpolitiska pallinum, og í 1998 gjørdist hon forkvinna í Pedagogfelagnum. Hon røkti forkvinnustarvið í Pedagogfelagnum í seks ár – til 2004.

Hvat sært tú sum týdningarmestu avrikini í tíni forkvinnutíð í Pedagogfelagnum?

“Vit høvdu nógvar stórar avbjóðingar. Tá vit t.d. skuldu samráðast við Fíggjarmálaráðið og kommunurnar, vóru so øðiliga nógvar kommunur. Og skuldu vit samráðast við allar kommunurnar, vórðu vit ongantíð liðug. Tí løgdu vit snøgt sagt arbeiðið niður í nakrar dagar. Hetta førdi við sær, at allar kommunurnar savnaðust á Hotel Hafnia at tosa um hetta. Endin varð, at tvey stór kommunufeløg vórðu stovnað.

So tað hjálpti, tí tá var nógv lættari at samráðast,” sigur Carita Bjørklund.

Eitt annað mál, sum hon stríddist nógv við, var at fáa tey starvsfólkini, sum arbeiddu innan pedagogiska økið hjá Tórshavnar kommuna, úr Tórshavnar starvs- og tænastumannafelag, og upp í Pedagogfelagið. Tey ynsktu sjálvi at sleppa í Pedagogfelagið, og tað eydnaðist so eisini eftir tógvði stríð.

“Tá eg gjørdist forkvinna, fingu hjálparfólk onga eftirløn. Tað batnaði so spakuliga, og í dag fáa tey 10% í eftirløn. Men tað harmiliga er, at hjálparfólkini fáa framvegis onka eftirløn fyrsta árið, og tað er stórt spell. Vónandi kemur tað eisini upp á pláss,” sigur Carita Bjørklund.

Saknar góðan familjupolitikk

Carita Bjørklund hevur ynski um, at vit skulu fáa ein góðan familjupolitikk í Føroyum. Tí tað hava vit ikki í dag.

“Samfelagið er broytt kollosalt, tey flestu arbeiða, og tey flestu børnini koma í dag á stovn. Tað gjørdu tey ikki fyrr. Tá mamma mín, Nansy Bjørklund, gjørdi fyrstu vøggustovuna, var tað fyrst og fremst til einligar mammur. Men í dag koma flestu børnini á stovn, tí foreldrini arbeiða so nóg. Stovnarnir eru komnir fyri at vera,” sigur hon.

Tá hon kom til Føroya í 1980, komu børn á stovn, tí tey høvdu ongi onnur børn at spæla við. Men í dag arbeiða foreldur úti, og tí noyðast børnini á stovn.

“Eg vildi ynskt, at vit høvdu ein so góðan familjupolitikk í Føroyum, at foreldur høvdu størri val. At foreldur høvdu kunnað arbeitt niðursetta tíð, so børnini ikki noyðast at vera á stovni so leingi. Tað hevði verið gott fyri øll, um vit høvdu eitt val, haldi eg. Vit hava snøgt sagt ongan familjupolitikk í Føroyum,” heldur fyrrverandi forkvinnan í Pedagogfelagnum, Carita Bjørklund.