Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ókrút í Urtagarðinum

Í tjakinum um fíggjarlógina í Degi og Viku herfyri, hevði formaðurin hjá tjóðveldi, Høgni Hoydal, eina sera góða lýsing av Føroyum sum ein urtagarður. Hann helt, sum jú púra rætt er, at tað eru tær ovastu greinarnar á trænum, sum verða taðaðar og fáa vatn. Nakrir útvaldir bólkar, sum, ikki rættuliga hava brúk fyri tí, verða forkela, tí tey eru, sum samgongan ferð eftir ferð tvíheldur um, eru framtíðin, íverksetarar, og álitið.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgin Niclasen kundi ikki bara sær, og helt, at nakað av ókrúti var í sama urtagarði, og tað mátti mann gera nakað við. Og tey hann so meinar við, eru ivaleyst tey arbeiðsleysu, pensjónsnistar, einlig og familjur við børnum, ið eru illa fyri, sjúk og tarnaði, tær sosialu verðurnar, sum ganga fyri vág og vind, ella bara tey sum ikki kunna geva eitt íkast til inntøkugrundarlagið hjá Jørgini.

Fíggjarlógin er til viðgerðar. Hetta er húsarhaldið hjá okkum, sum tey útvaldu, eftir førimuni, skulu forvalta. Tað er í hesum døgum, at tingfólk siga við hvønn annan, tú ein stóran, og eg ein lítlan, og so umaftur, bara øvut. Fyrr var tað ofta eitt ali- ella smoltloyvi fyri ein vegastubba ella ein tunnil. Í dag eina kvotu fyri ein undirsjóðartunnil, ella okkurt heilt annað, ið sjáldan tolir dagsins ljós. Tað er her vit síggja ta sonnu muruna í valdu umboðunum, tað er her, ið fólk hava møguleika at sýna samfelagssinni, ella, at tey eru vald til at tæna teimum fáu, og ikki fjøldini.

Hetta er tíðin fyri sonnum rossahandlum. Sjón gongur fyri søgn, hvønn hendan samgongan tænir. Útvaldir reiðarar gera sær dælt av okkara tilfongi, og útvaldir bólkar kunnu fara oftari til handils at keypa luksusvørur, ferðast, og hugna sær við einum glasi av víni, meðan tey skoða eina bólgnandi bankabók. Og eg havi onga grund at halda, at hetta ferð at broytast. Tað sum kann undra, er tann undirtøka sum samgongan framvegis hevur millum fólk.

Ein veljarakanning, sum átti at víst, at flestu fólk vendu baki til vina- og kenningapolitikk, til sosialt órættvísi, til eina leiðslu sum ikki ánar hvønn veg vit skulu halda, bert minkar við einum 8-9 prosentum. Nógv av teimum, sum fingu stóran ágóða av flatskattaskipaninni, søgdu tá, at tey ikki høvdu samvitsku, at taka ímóti gávum tey mettu ikki áttu, at býti varð órættvíst. Tað er møguligt at hetta er broytt nakað, at smakkurin av marglæti er ov góður, og samkenslan hvørvur. Um so er, hevur hendan samgongan rokkið nøkur av sínum málum.

Fólkaflokkurin væntar betri tíðir, at egoisman vinnur fram aftur, og broytti sambandsflokkurin flokkurin fegnast um, bert at missa ein tinglim. Tit mugu minnast til, at tað eru øll, ið gjalda tykkara løn, tykkara pensjón, tykkara ferðafrádrátt, tykkara kost tá tað er neyðugt í arbeiðstíð, ikki bara tey, ið tit gleðiliga geva av landsins ognum. Tit eiga í eyðmýkt at siga takk fyri, at tey unna tykkum tykkara løn, hóast tit ikki sýna virðing fyri teimum. Áðrenn hvørt val, ganga tit úr bygd og bý og sleikja fyri fólki, tit skriva í bløðum, eru at hoyra í útvarpi og sjónvarpi, men virðingin røkkur ikki longri enn nakað eftir valið, tá tit stinga somu fólk í ryggin.

Fleiri av tykkum hava eisini fleiri størv, nøkur av tykkum eru bæði borgarstjórar og tinglimir, men tað sær út til at ganga væl at tæna fleiri harrum tí, ongin moralsk tyngd tykist níva. Ein av tykkum hevur eisini alment úttala, at her er talan um hálvdagsstørv. Mann má nokk siga, at vorði sum hálvdagsstørv á hálva millión í lønarposan.

Vit mugu tó viðurkenna, at vit liva í einum samfelag, har nøkur eru betri fyri enn onnur, og tað er í lagi, tí soleiðis er okkara samfelag innrætta. Summi arbeiða meira, summi eru djarvari, og summi hava betri hugflog. Tað skal samfelagið brúka og løna fyri.

Men samfelagið er fyri øll, men tað samfelag vit uppliva í dag er ikki fyri øll. Tað er hendan samgongan ein borgan fyri. Samgongan livir fult upp til grísarnar á bóndagarðinum hjá George Orwell, har Napolion skrivaði á fjósveggin....at øll djór eru líka, men summi eru meira líka enn onnur.

Tit, vanligu samgongulimir, roynið nú hvør í sær, at ávirka hesa fíggjarlóg á ein jaligan hátt, at lata tykkara hugsjónir vinna á virðing og loyaliteti fyri leiðslunum. Hetta er serliga til samgongutinglimir, sum alt ov ofta gera neyðsemjur við egnar hugsjónir, og ætlanir, tit høvdu sum fólksins umboð.

Tíverri er eisni nakað av ókrúti í andstøðuúrtagarðinum í mínum egna flokki, sum ikki hugsa uppá landsins virðir og vísa ábyrgdarfullan landspolitikk, men velja heldur, at gera neyðsemjur við egnari hugsjón sum høvðusendamál, til framan fyri valfleskaðan lokalpatriotiskan politikk.

Ja, her er nok av ókrúti í tí stóra Urtagarði.

Levi Mørk