Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Økt virksemi skal skapa føroyskar inntøkur og arbeiðspláss

Í gjár skipaði Sjúrður Skaale, formaður í arktiska arbeiðsbólkinum, fyri Vinnuráðstevnu á Fólkatingi.

Evnið var hvussu Føroyar og Grønland kunnu fáa inntøkur og arbeiðspláss burtur úr vaksandi áhuganum fyri arktiska økinum. Serligt fokus var á shipping og turismu. 

150 áhoyrarar, sum umboðaðu allar viðkomandi fyritøkur og myndugleikar í Danmark, komu til tiltakið. Eisini vóru umboð fyri japansku, norsku, amerikansku, íslendsku og russisku sendistovurnar.

Fyrilestrarhaldarar úr Føroyum vóru forkvinnan í Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands, Eli Lassen frá Atlantic Supply Base, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum og Jóannes Petersen, stigtakari til Airport 19.

Sjúrður Skaale fegnast um góðu undirtøkuna: 

”Vit hava ofta lyndið til at halda at Føroyar ikki hoyra heima í kjakinum um Arktis. Men vit liggja á gáttini millum Evropa og Arktis, og tað gevur okkum veldigar møguleikar at skapa virksemi, inntøkur og arbeiðspláss burtur úr menningini: 

- Vit hava eisini ógvuliga nógv at bjóða, ikki minst tá tað snýr seg um tænastur til skip. Men einki kemur av sær sjálvum - vit mugu bjóða okkum fram, um onnur skulu síggja møguleikarnar. Tað gera nógvar fyritøkur - men myndugleikarnir kunnu gott spæla betri við, enn teir hava gjørt higartil." 

Sjúrður gjørdist formaður í arktiska arbeiðsbólkinum í oktober í fjør og hevur lagt mesta dentin á teir inntøkumøguleikar, sum menningin skapar. Ráðstevnan í gjár var eitt av fleiri átøkum.