Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólavsøkufyrireikingar merkjast á Skálatrøð

Seinastu árini er ólavsøkan kropin alsamt meira oman móti Vágsbotni og yvir á Skálatrøð. Tilboðini eru vorðin betri, fleiri og meira fjøltáttað. Eins og í fjør fer Tórshavnar Ítróttarráð í ár at miðsavna sítt virksemi á parkeringsøkinum á Skálatrøð, har eitt stórt tivoli verður sett upp.

Av tí at arbeiðið at seta upp er rættiliga umfatandi, verður longu byrjað í kvøld, hóskvøld. Tá fólk fara frá arbeiði seinnapartin í dag, verður farið undir at stongja sunnaru helvt av parkeringsplássinum soleiðis, at klárt er at seta stóra tjaldið upp. Tað tekur fleiri dagar at seta tjaldið upp, sum í ár verður karmur um kaffistovu, matarsølu og stóra hoppilandið til tey minstu.

- Vit eru greið um, at tað órógvar parkeringsviðurskiftini í býnum, tá møguleikarnir á Skálatrøð verða skerdir í nakrar dagar. Men hinvegin fáa vit eisini sera nógvar jaligar viðmerkingar frá fólki um, hvussu góð og spennandi ólavsøkan er blivin. Tí vóna vit, at fólk bera yvir við okkum og Tórshavnar Ítróttarráð og leita sær annað stað at seta bilin. Vit hava góð parkeringsøki í Niels Finsens gøtu, á Glaðsheyggi, Frúutrøð, Eystaru Bryggju, kommunuskúlagarðinum og aðrastaðni við, vísir Heðin Mortensen, borgarstjóri, á.