Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólavur Hátún saman við Dánjal Joensen frá Lions Club Tórshavn, tá Ólavur fekk heiðurin sum »Ársins borgari 2015«

Ólavur Hátún ársins borgari

Lions Club Tórshavn, sum á hvørjum ári heiðrar ein borgara ella bólk, hevur í ár latið Ólavi Hátún heiðurin. 

Royndi kórleiðarin, Ólavur Hátún, sum í kórhøpi hevur gjørt vart við seg á ymsan hátt og við fleiri ymsum kórum – bæði burturi og heima – hevur fingið heiðurin sum »Ársins borgari 2015« frá Lions Club Tórshavn.

– Í meira enn mansaldur hevur hann staðið á odda fyri Havnarkórinum, sum hevur umboðað bý okkara á mongum stevnum, bæði her á landi og úti í heimi, sigur Lions millum annað í grundgevingini fyri at heiðra Ólav.

– Hann hevur nú lagt leiðarastavin frá sær, men tað, sum hann hevur sáað við sínum eldhuga, hevur fest rót, ikki bara í Havn, men í øllum landinum, staðfestir Lions.

Tí hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at Ólavur Hátún fær heiðurin fyri ótroyttiliga arbeiði sítt við Havnarkórinum og fyri at vekja áhuga fyri og menna kórsang í landi okkara.

Umframt eitt vakurt heiðursskjal, fekk Ólavur Hátún saman við heiðrinum eina peningagávu áljóðandi 5.000 krónur.

Her er Ólavur Hátún saman við Dánjal Joensen frá Lions Club Tórshavn, tá Ólavur fekk heiðurin sum »Ársins borgari 2015«