Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óli Breckmann: stuðul til morð á vinstrahallar politikarar

Rættingar eru gjørdar í greinini um Fólkaflokkin og Vágaportalin, sum vístis seg ikki at vera eftirfarandi, men varð ætlað sum ivasamt skemt.

Eftir uml. 50 ára menniskjajagstran, við m. a. sviki og falsan og stuðli til morð á vinstrahallar vanligar borgarar og leiðandi politikkarar, vísir Óli seg aftur - tó hesaferð úrlatin tí politisku hálvfasismuni og ílatin ta høgraradikalu -, sum fyribils bert tosar um karaktermorð - ikki morð.

Hann, ja, hann ið hevur framt fleiri karaktermorð enn øll blaðfólk á Føroya landi hava framt, síðani bløðini sóu dagsins ljós og til dagin í dag

Hann veit soleiðis av egnum royndum alt um karaktermorð. Er professionellur í markleysum ondskapi, ið er kendur langt útum okkara landoddar.

Vit kunnu um skamma stund fáa hendur á Dagbløðunum, frá tí tíðini, tá fólk máttu halda teimum við handskum fyri ikki at dálka seg. Óli Breckmann var blaðstjóri. Bert spell, at Óli er sloppin inn á rás2, og har kann halda áfram við sínum fanansskapi.

Rás2 setur Óla til háborðs saman við teimum smáu svørtu, ið eru útvaldir, sum danir plaga at siga, tí: Målet helliger midler. At enda skulu almennu miðlarnir privatiserast við Óla sum bossi.

Og tá verður bert ein loysn – ella møguliga ongin.

Kanska eftirkomarar okkara kenna eina loysn sum er fyri ALT fólkið og seta hana í verk.

Dagfinnur Danbjørg