Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Olivur við Neyst

Evnisheimurin hjá Olivur við Neyst er serliga býarumhvørvið og mannaheimurin - men eisini frábrigdi í náttúruni finst í hansara litfagra myndaheimi. Olivur fæst eisini við akvarellmáling og hevur gjørt hópin av bókamyndum úr føroyska umhvørvinum. Listafrímerkini sýna tvey dømi um myndaheimin hjá Olivur við Neyst, “Sólskin” frá 1987 og “Vestaravág” frá 1989. Virðini á frímerkjunum eru 19,00 og 38,00 kr.

Jólaevangeliið 1

Ársins jólafrímerki við súmbolsku myndunum hjá Edwardi Fuglø av Jesu føðing ímynda saman við tekstinum ein djúpan menniskjaligan og eksistentiellan veruleika – longsilin eftir rættvísi, friði og gleði á lívsferðini gjøgnum ein órættvísan, ófriðarligan og ótryggan heim.

Á fyrstu myndini sæst, at rúm fyri gleðiboðskapinum bert er í einum fjósi millum húsdjórini. Úr rúmdini í erva heldur stjørnan á at lýsa og boðar frá tí nýggja veruleikanum. Á næstu myndini hevur Jósef tikið stavin í hond, og fevnandi við arminum um herðar Mariu er hann nú tilreiðar at leiða familju sína fram gjøgnum lívið.

Virðini á frímerkjunum eru 7,00 og 12,50 kr. Frímerkjahefti og tvey postkort verða somuleiðis útgivin.

Les meira um nýggju frímerkini á www.stamps.fo