Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oljuinntøkur til flogvøll og sjúkrahús

Enn hevur spurningurin ikki verið so nógv frammi, men eg kenni meg rættiliga vísan í, at flestu føroyingar munnu hava ta áskoðan, at tá olja og gass eru funnin í undirgrundini, so skulu vit seta inntøkurnar í ein oljugrunn. Hesin skal fyrst og fremst skal tryggja komandi ættarlið, men eisini vera ein framtíðartrygd hjá samfelagnum yvirhøvur, skuldu kreppur herjað.

Samstundis er greitt, at í tí løtu, tann fyrsti føroyski oljufundurin er veruleiki, so fer tað eisini at síggjast aftur. Avkastið av inntøkunum fer at koma út í samfelagsrenslið, og tá er spurningurin, hvussu vit handfara hesa inntøku.

Sjálvandi skulu vit ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin, men eg veit av drúgvum royndum sum politikari, at tú altíð eigur at leggja ætlanir og hava tankar um framtíðina, tí tað er tað skilabesta at gera.

Fái eg til ta tíð nakra ávirkan á, hvussu inntøkurnar frá oljuvinnuni verða handfarnar, so vil eg mæla til eina raðfesting, har vit bæði hava ein oljugrunn, men eisini seta pening av til útbúgving og mentan. Hesi bæði eru sera avgerandi fyri, at fólk kunnu støðast her á landi, og samstundis eru tað hesi bæði, ið fremst av øllum kunnu kjølfesta okkara samleika sum fólk og tjóð.

Skulu vit vera før fyri at hava eina slíka menning, ið er treytin fyri at bera Føroyar fram á leið, kunnu vit heldur ikki lata eyguni aftur fyri, at alneyðugt verður at raðfesta ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, ið saman við verandi flogvølli skal kunna byggja brýr millum Føroyar og útheimin. Bæði sum eitt amboð hjá okkara útflutningsvinnu og sum ein trygd fyri støðugari ferðing til og úr Føroyum.

Skal seg so annars eisini vísa á eitt annað ítøkiligt umráði, ið eigur at fáa beinleiðis gagn av teimum inntøkum, komandi oljuvinnan fer at skapa, so stendur eitt nútímans og vælvirkandi Landssjúkrahús ovarlaga á mínum ynskilista. Hetta eigur at minka um tørvin at senda sjúklingar burtur í onnur lond at fáa heilsubót, tí vit á okkara egna Landssjúkrahúsi skulu kunna veita alla viðgerð, samstundis sum vit skulu kunna byggja upp vitan og dugna í okkara heilsuverki, so bæði læknar og heilsufólk annars trívast og støðast her.

Við støðugum ferðasambandi og einum góðum Landssjúkrahúsi verða Føroyar tá eitt land, ið kann veita bæði føroyingum og øðrum ta viðgerð, ið er fyri neyðini. Tá verður tað ikki bara so, at vit fara í onnur lond at leita okkum hjálp, men at onnur fara at koma til okkara.

Heðin Mortensen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu