Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øll fara í dans 1. februar

Leygarkvøldið, 1. februar, verður almennur dansur í Høllini á Hálsi í við Contrazt úr Norra og Hans Jacobi og vinmonnum úr Føroyum.

Contrazt er millum bestu dansiorkestur og er umbiðið um alt Skandinavia. Hans Jacob og vinmenn eru ikki minni populerir her heima við sínum sangi og tónleiki.

Dansurin er afturvendandi tiltak hjá Róðrarfelagnum Knørri, og inntøkan fer til at reka ítróttavirksemi felagsins.

Atgongumerki fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn og kunnu eisini keypast við dyrnar sjálvt kvøldið.