Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øll lógaruppskot eftirkannast

Komandi tingsetu skulu uppskot frá landsfyrisitingini eftirkannast av Lógatænastuni á Løgmansskrivstovuni, áðrenn tey verða borin niðan í Løgtingið.

Rundskrivið um eftirkanning verður nú sett í gildi.

- Løgtingslimir, løgtingsumsitingin og landsgrannskoðanin hava stundum funnist at, at eingin skipað eftirkanning hevur verið. Hetta hevur havt við sær, at tað hevur verið trupult at tryggja ein einsháttaðan fakligan standard í lóggávuni frá landsfyrisitingini. Nýggja mannagongdin fer at tryggja eina betri lógargóðsku, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Tað er framhaldandi avvarðandi landsstýrismaður, ið hevur ábyrgdina av lógaruppskotum, ið hann leggur fyri Løgtingið, og reglunum, sum hann ásetur í kunngerð.

Eftirkanningin hjá Lógatænastuni á Løgmansskrivstovuni er viðmælandi.

Rundskrivið, ið landsstýrið hevur avgjørt at seta í gildi, hevur verið til ummælis hjá øllum stjórnarráðunum, og teirra viðmerkingar eru tiknar til eftirtektar.

Øll stjórnarráðini taka sostatt undir við rundskrivinum, sum tað nú er orðað.